Hvørt einasta húsfólk hevur sína sjarmu

- Hjartað hjá mær liggur hjá øllum hesum eldru fólkunum á heiminum. Tað er ótrúliga spennandi at arbeiða millum tey, sigur Jona Dam frá Norðskála. Hon starvast sum bólkaleiðari á røktarheiminum Mørkini á Streymnesi. – Hvørt einasta húsfólk hevur sína sjarmu, sigur hon.

Streymnes: - Fyri okkum er sera týdningarmikið at hava í huga, at hetta er ikki ein deild. Mørkin skal vera og er eitt heim – heimið hjá øllum hesum 32 húsfólkunum, slær Jona Dam fast, tá Sosialurin hittir hana á arbeiðsplássi sínum seinnapartin í gjár.

Mørkin er ætlað borgarum, sum ikki megna at búgva í egnum bústaði longur, og tí verður dentur lagdur á at munurin skal verða so lítil sum gjørligt millum heimið og røktarheimið.

Heimið er býtt sundur í fýra smáar eindir við átta húsfólkum í hvørjum. Á henda hátt eru skaptar umstøður fyri einum heimligum og livandi umhvørvi, har virðingin fyri tí einstaka er í hásæti.

Í roynd og veru var ikki neyðugt hjá Jonu ella nøkrum starvsfólki at siga tað beinleiðis, hvussu ein skipar hetta arbeiðið. Eingin sum kom á gátt á Mørkini í gjár kundi vera í iva um, at hetta ikki bert eru føgur orð, men veruleikin.

Longu tá tú kemur inn í gongina merkir tú tann heimliga angan av onkrum nýbakaðum. Tær ídnu kvinnurnar í køkinum hava bakað smákøkur i dagens anledning.

- Hesar smákøkurnar hvørva skjótt, sigur bólkaleiðarin við einum brosi.


Tann gamla tíðin

Jona varð útlærd sum sjúkrasystir í 1996, og hevur arbeitt ymsastaðni, millum annað á Lágargarði, á D7 og A3 á Landssjúkrahúsinum. Síðani í mai mánaði 2006 hevur hon arbeitt her á Mørkini.

- Nú eri eg her hjá teimum gomlu. Og tað er faktiskt í hesum umhvørvinum at mær dámar best at arbeiða.

- Tað er sera áhugavert at arbeiða við teimum. Tey hava øll eina lívssøgu at siga frá og tey minnast ótrúliga væl frá teirri gomlu tíðini, sigur Jona Dam.

Hjá teimum, ið ikki minnast so væl verður dentur lagdur á at vísa teimum myndir og annað frá teirri gomlu tíðini. Á øllum veggjunum hanga tískil myndir frá økinum í Norðstreymoy og har í nánd, soleiðis at tann heimligi hugnin eisini kann verða varðveittur her á røktarheiminum.


Fingur á pulsinum

Jona er bólkaleiðari fyri tvær av eindunum á Mørkini, og arbeiðir niðursetta tíð, soleiðis at hon hevur frí ein gerandisdag um vikuna.

Ein vanligur gerandisdagur hjá henni byrjar kl. 8 á morgni. Tá seta hon og hini starvsfólkini seg saman at tosa um støðuna hjá tí einstaka húsfólkinum á eindini, og hvat hesin dagurin hevur av avbjóðingum og uppgávum. Eftir tað, verða dagsins uppgávur býttar út millum starvsfólkini.

- Tað góða við teimum er, at tær eftirhondini hava so góðar royndir, at tær vita akkurát hvat tær skulu gera. So hetta gongur mestsum av sær sjálvum, greiðir Jona frá.

Hóast Jona virkar sum bólkaleiðari roynir hon eisini at vera við í røktini. Á henda hátt kann hon – bókstaviliga! – hava fingurin á pulsinum hjá tí einstaka húsfólkinum.

Dagurin í gjár, tá Sosialurin vitjaði á Mørkini, líktist mongum av teimum undanfarnu. Tó var kortini ein broyting, tí ein nýggj uppgáva lá fyri framman: At seta eitt nýtt starvsfólk inn í arbeiðið í eindini.

Hetta arbeiðið fevndi millum annað um at vísa, hvussu cardex-skipanin virkar, hvussu klokkuskipanin er og annars vísa til allar mannagongdir á heiminum, soleiðis at hon er tilbúgvin at fara til arbeiðis í morgun.


Børnini vitja

Millum tær ymisku uppgávurnar sum vóru á skránni í gjár var enn ein vitjan – hesaferð av børnum úr barnagarðinum í Hvalvík.

Røktarheimið hevur nevniliga eina skipan um regluliga vitjan av barnagarðinum og frítíðarskúlanum, soleiðis at børnini vitja á heiminum aðruhvørja viku.

- Tað eru tey somu børnini sum koma aftur og aftur, og tey byrja nú at kenna húsið og húsfólkið – og tey eldru at kenna tey.

- Børnini eru sera áhugað í at práta við tey gomlu, so eg haldi, at hetta er ein sera góð skipan, har báðir partar fáa nakað burtur úr, sigur Jona Dam.

Tá henda vitjanin var at enda komin og børnini vóru farin avstað aftur, var klokkan farin at nærkast middegi. Døgurðin var tá í pottinum og skuldi setast á borðið hvørja løtu.


Í friði og náðum

Hetta er ein løta sum húsfólkið gleðir seg til, - hesa løtuna har møguleiki er hjá teimum átta fólkunum á hvørji deild at sita saman og hugna sær undir máltíðini, júst sum heima við hús.

- Vit gera nógv at sita í friði og náðum saman við teimum og eta. Her royna vit ikki at fara frá borðinum, fyrrenn alt er yvirstaðið. Hetta kann gott taka sína tíð, men tað er líkamikið fyri okkum.

- Okkara hægsta ynski er, at hetta skal vera ein góð og hugnalig løta fyri okkum øll, greiðir Jona Dam frá.

Døgurðin var ikki meiri enn liðugur ígjár, tá Jona ætlaði sær víðari undir dagsins uppgávur. Hon slapp tó ikki undir hesar beinanvegin, tí umboð fyri tíðindatænastuna komu á dyr og vildu hitta hana.

Henda vitjanin tók sína tíð, og so títt og knapt sum teir vóru farnir avstað aftur, skuldi hon loysa ta seinastu stóru uppgávuna fyri dagin.

- Eitt av starvsfólkunum hevur meldað seg sjúkt, og nú má eg so royna at fáa onkran í hennara stað.

- Eg vænti at brúka einar tvær telefonsamrøður aftrat, og so er tað málið loyst, sigur Jona. 




Ein heim fyri húsfólkið



Eitt sum Jona Dam og øll hini starvsfólkini á Mørkini leggja stóran dent á, er at hetta er eitt heim og ikki ein deild á einum sjúkrahúsi ella stovni. Mørkin er eitt røktarheim, har dentur verður lagdur á báðar liðir í orðinum – røktina og tað heimliga.




Mørkin: - Vit gera okkara besta fyri at hetta skal kunna virka sum eitt heim fyri øll húsfólkini, sigur hon.

Tey eru ikki at meta sum sjúklingar, búfólk, brúkarar ella hvat orð, ein nú velur at nýta. Men hesi 32 fólkini eru húsfólk á Mørkini.

Longu tá hugsanin um hetta røktarheimið kom fram, hevur ein verið sera tilvitaður um hetta hugtakið – at Mørkin er heimið hjá hesum fólkunum.

Nógv verður gjørt burtur úr húsfólkinum og teirra avvarðandi, soleiðis at øll føla seg væl, tá tey eru inni á eindunum.

Her fáa tey sjálvi møguleika at gera sær ein drekkamunn, og taka hann við inn á kømrini, har familjan kann hugna sær saman hesa løtuna.

- Eg haldi, at tey avvarðandi trívast væl undir hesum umstøðunum,. Tað siga tey í øllum førum við okkum.

- Hetta lættir eisini um hjá okkum, soleiðis at tað verður minni stress á eindunum, greiðir hon frá.


Framvið av óvart!

Á Mørkini finst ein stórur køkur, sum ger mat til allar eindirnar. Umframt hetta hevur hvør eindin sín egna lítla køk, sum á mangar mátar virkar sum einhvør annar køkur í einum vanligum føroyskum heimi.

Leggjast skal tó aftrat at her er ein týðandi munur, og sum er húsfólkinum at gagni: Tað gongur næstan ikki dagur at ikki onkur bakar okkurt um middagsleitið – eina køku, smákøkur ella annað sum húsfólkinum dámar.

- Hetta við matgerðini gera vit heilt bevíst, soleiðis at tey skulu føla luktin av tí sum er til døgurða henda dagin. Hetta gera vit til dømis við at steikja fiskafrikadellurnar úti á eindunum.

- Hetta við at stimulera luktin, er samstundis við til at betra um apetittin hjá teimum, sigur Jona.

Tað vísir seg ofta, at portørunum dámar væl at koma framvið her um middagsleitið – onkutíð er meiri líkt til, at teir koma framvið av óvart!