Hvítt pulvur sendi gentu á sjúkrahúsið

Leygarnáttina fekk løgreglan í Havn boð frá einum skeinkingarstað í Havn, at ein ung genta varð illa fyri, og at gentan segði seg hava tikið okkurt hvítt pulvur.

Sjúkrabilur varð sendur á staðið beinan vegin, og gentan var flutt á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Ein maður var afturhildin av starvsfólkum á skeinkingarstaðnum, tí tey høvdu illgruna um, at tað varð hann, ið hevði givið ungu gentuni hvíta pulvurið. Løgreglan kom á staðið og tók mannin við sær, men av tí at einki illgrunarvert varð funnið á honum, bleiv hann stutt eftir leyslatin aftur.
Unga gentan bleiv kannað á Landssjúkrahúsinum, men hon hevði tað eftir umstøðunum gott og bleiv koyrd heim til hús.