Tað verður ikki fyrrenn eftir klokkan 22 í kvøld, at tað verður greitt, hvussu grindin, sum legði beinini í Hvalba seint seinnapartin, verður skift.
Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaður.
Hvalirnir verða nú sleipaðir á bryggjuna, har teir verða merktir og Jaspur Vang sigur, at eftirk lokkan 22 veit hann, hvussu víða grindin verður skift.
Tá fæst eisini greiða á, nær og hvar seðlarnir koma út.
Mett verður at grindin er 65-70 hvalir
Grindin, sum boðað varð frá í Hvalba, er nú deyð.
Tað gekk annars fyrimyndarliga væl at drepa hesa grindina.
Tað var nýggi vágstrolarin, Dýrindal, sum fann grindina eystanfyri klokkan 16:25. Drápið í Hvalba byrjaði klokkn 17:28,. Grindin gjørdi landgongd og longu klokkan 17:35 var øll grindin deyð.
Sostatt tók drápið tók einans sjey minuttir.
Myndir: Poul Laust Christiansen