Hvalbiartunnilin fullur av vandamiklum gassi

- Mátingar vísa, at tá ið ferðslan er mest, er fimm ferðir so nógv av vandamiklum gassi í Hvalbiartunlinum, sum loyvt er í Noregi

Hvalbiartunnilin
 

- Tað kann vera hættisligt og í ringasta føri kann tað vera lívshættisligt at koyra ígjøgnum Hvalbiartunnilin.
Tað vísa kanningar, sum Bygdaráðið í Hvalba hevur gjørt.
Hvalbiar Bygdaráð hevur havt serfrøðingar at kanna umstøðurnar í Hvalbiartunlinum. Og úrslitið av teimum kanningunum er skakandi.
- Tunnilin lýkur ikki fleiri av teimum trygdarkrøvum, sum í dag verða settir til tunlar og og tað setir fleiri fólk enn neyðugt í eina hættisliga støðu varð upplýst, tá ið bygdaráðið umrøddi støðuna á bygdaráðsfundi herfyri.
Men tunnilin er ikki bara ein trygdartrupulleiki.
Hann er eisini so lágur, at nógvir vinnubilar fáa als ikki brúkt hann og tað er ein stórur meinbogi fyri kappingarførið hjá vinnulívinum í Hvalba.
Hetta hevur nú ført við sær, at bygdaráðið í Hvalba hevur heitt á politikarar um at bøta um Hvalbiartunnilin sum skjótast.
 
Nógv trygdarkrøv sett til viks
Fyri at stuðla uppundir áheitanina um at fáa tunnilin dagførdan, hevur Hvalbiar Bygdaráð heitt á serfrøðingar í tunlum um at kanna tunnilin.
Ùrslitið av teimum kanningum er, at í Hvalbiartunlinum eru fleiri trygdarkrøv sett til viks.
Hvalbiartunnilin er tann fyrsti í landinum og hann varð gjørdur fyri yvir 40 árum síðani. Men síðani hann var gjørdur, eru trygdarkrøvini til tunlar nógv økt, men her hevur Hvalbiartunnilin ikki fylgt
við.
Ì hesum sambandi eru mátingar gjørdar av, hvussu stórt  útlátið av gassi frá bilunum er í tunlinum.
- Úrslitið av teimum mátingunum vísir, at tá ið nøgdin av vandamiklum gassi í tunlinum mest, er heili fimm ferðir so gass í tunlinum sum norskir myndugleikar góðtaka. 
 -Tá ið nógv ferðsla er í sambandi við grind, fótbólt, siglingina hjá Smyrli, bingo ella aðrar hendingar og onnur tiltøk, hendir tað seg javnan at steðgur kemur í ferðsluna í tunlinum og tá er tað heilsuskaðiligt, og í ringasta føri lívshættisligt, at vera inni í tunlinum í longri tíð.
 
Skerjir kappingarførið hjá vinnuni
Men tað eru ikki bara trygdarviðurskiftini sum gera, at Hvalbingar vilja hava ábøtur á tunlinum.
Hvalbiartunnilin er so lágur, at nógvir vanligir vinnubilar fáa ikki brúkt hann og tað er eitt stórt bakkast fyri vinnulívið í Hvalba.
Og tað er ikki sørt av virksemi í bygdini, men tað hevur torførar umstøður, sum er.
Eitt stórt flakavirkið er í bygdini og tað arbeiddi yvir 4000 tons í fjørð.
- Men flutningurin av fiski til og frá virkinum má fara fram í serbygdum bilum, tí vanligir bilar sleppa ikki ígjøgnum tunnilin.
-Tá ið virkið í Hvalba keypir fisk aðrastaðni frá, má hann fyrst umskipast á Tvøroyri, áðrenn hann kann koyrast til Hvalbiar í serbygdum lastbilum. Og keypa virki aðrastaðni í landinum fisk frá bátum, sum avreiða í Hvalba, má fiskurin eisini fyrst koyrast í serbygdum bilum úr Hvalba til Tvøroyrar og har má hann so aftur umskipast í aðrar bilar.
Sama skilið er, tá ið virkaður fiskur frá flakavirkinum í Hvalba skal avskipast. Fyri tað mesta er talan um fesk fløk, sum fara av landinum við Norrønu.
Men flutningsvognarnir hjá Norrønu sleppa ikki ígjøgnum tunnilin og tí mugu fløkini fyrst koyrast á Tvøroyri í serbygdum bilum og so mugu tey aftur umskipast í vognarnar hjá Norrønu.
- Hetta førir við sær, at flakavirkið í Hvalba hevur stórar útreiðslur, sum onnur virki ikki hava. Men tað førir eisini við sær, virkið missur framleiðslutíð og alt tað er eitt stórt bakkast fyri kappingarførið hjá virkinum.
Sama støðan er hjá tangabilum, betongbilum og aðrastaðni, har tørvur er á tungum flutningi.
 
Nýggjur tunnil besta loysnin
Bygdaráðið í Hvalba sigur, at tað eru tveir mátar at loysa trupulleikan upp á.
Antin kann tunnilin víðkast og nútímansgerast, ella kann ein nýggjur tunnil gerast.
At víðka tunnilin kostar einar 150 milliónir vísa útrokningar, sum tunnilskøn hava gjørt. Tað fer at taka eitt ár, men tað fer samstundis at tarnað ferðsluna ógvuliga illa.
Ein nýggjur tunnil fer at kosta 160-210 milliónir krónur, alt eftir, hvar hann verður lagdur og tað fer at taka hálvtannað til tvey ár.
Men verður hann lagdur niðri í dalinum, er linjuføringin nógv betri og tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri samferðsluna ímillum Suðuroy og meginøkið í framtíðini.
Og tá slepst eisini undan Kolavegnum, sum er vandamikið vegastrekki, bæði til kava og vind, men eisini til omanlop.
 
Manglandi trygdarkrøv í Hvalbiartunlinum
Serfrøðingar, sum hava kannað Hvalbiartunnilin vísa á hesi trygdarkrøvini, sum Hvalbiartunnilin ikki lýkur:
-Hann hevur ongi ljós og merkingin er vánalig.
-Hann hevur onga ventilatión.
-Hann hevur hvørki telefon, útgerð til eldsløkking, mátitól til gass, mátitól til sýni, hann hevur  
 ongi vendipláss og hann hevur hvørki neyðsamband, fartelefonsamband ella radiosamband.
-Ongin vatnrenna er í norðara enda í tunlinum, so í frosti er vegurin sera hálur langt inn í tunnilin, 
 samstundis sum krapt sving er í vegnum beint uttanfyri tunnilin. Somuleiðis hanga stórar glerpípur 
 undan loftinum og tað er til stóran vanda fyri bilar og ferðandi.
-Gjøgnumtrekkurin er vánaligur og tí verður nógv gass og vánaligt sýni í tunlinum, tá ið ferðslan er
 nógv.
-Tunnilin er merktur av, at hann er ikki røktur nóg væl.
-Vegurin til tunnilin hvalbiarmegin setir seg ójavnt tí nógvastaðni er tilfarið so vánaligt, samstundis
 sum omanlop og vindur er til vanda fyri ferðsluna. 
-Kemur eldur í ein bil inni í tunlinum, er ongin útgerð at stýra roykinum og ongin útgerð at sløkkja 
 eldin við.
-Tað er heldur ongin møguleiki at boða frá eldinum og tað er ongin útgerð sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnilin.