Rúni Thomsen er ein teirra, ið hevur flutt fólk út á oynna í dag, og sigur hann, at tað hevur gingið væl higartil.
- Veðrið er av tí allar, allar fagrasta, og raksturin gongur væl. Teir verða væntandi á rættini um tólv tíðina, og so verður fari aftur til Hvalbiar um fýra, fimm tíðina.
Mangan er at hoyra, at yngru ættarliðini ikki hava sama áhuga fyri seyði sum eldru ættarliðini, og at tað kann vera torført at fáa nokk av fólki til rakstur, men tað er ikki ein trupulleiki í Lítla Dímun.
- Tey eru heilt væl mannaði í dag, og nógvir ungir menn eru við. Tann yngsti er tólv ár og tann elsti er knappar hálvfjerðs ár. Unga ættarliðið hevur tikið við, og tað eru altíð fleiri, ið standa klárir at taka lut í rakstrinum í Lítla Dímun, sigur Rúni Thomsen.
Lítla Dímun er privat ogn hjá fólki í Hvalbiar Sókn, og er býtt upp í 48 hálvgyllin. Tað vil siga, at tað kunna vera upp til 48 eigarar í oynni.