Hvalbingar hava nú fingið nýggjan borgarstjóra.
Tað hendi á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið, tá ið Levi Niclasen boðaði frá, at hann vildi verða loystur úr starvi sum borgarstjóri í Hvalba.
Hetta er annars eitt starv, ið hann hevur røkt í næstan 16 ár, men á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið søkti hann bygdaráðið um at verða loystur úr starvi av persónligum orsøkum.
Hinir seks bygdaráðslimirnir heittu á hann um at verða sitandi, eftirsum tað bara er eitt hálvt ár eftir av valskeiðnum, men hann stóð fast við umbønina um at verða loystur úr starvi og tað eftirlíkaði eitt samt bygdaráð honum.
Sjálvur ynskti Levi Niclasen, at bygdaráðið fór at vera líka samt um at velja nýggjan borgarstjóra, men tað ynskið fekk hann ikki uppfylt.
Tá ið nýggjur borgarstjóri skuldi veljast, vóru nevniliga tvey uppskot og sostatt var stríðsval um at sita við borðendan í Hvalbiar Bygdaráð hetta síðsta hálva árið, til bygdaráðsval verður aftur í heyst.
Og tað var javnt til tað síðsta, tí tá ið seks av teimum sjey atkvøðunum vóru taldar upp, høvdu tey bæði valevnini, Magni Bertholdsen og Otto West, fingið tríggjar atkvøður í part.
Men tað sjeyndu atkvøðuna fekk Otto West og tað verður sostatt hann, sum skal standa á odda fyri Hvalbiar Kommunu hetta síðsta hálva árið, til nýtt bygdaráð tekur við á nýggjárinum.