Hvalbingar raktir av spariknívinum

- Vit noyðist at traðka á bremurnar fyri at halda tørn, sigur Otto Vest, borgarstjóri í Hvalba

- Vit sleppa ikki undan at seta sparingar í verk fyri at avmarka hallið á fíggjarætlanini.

Tað staðfestir Otto West, borgarstjóri í Hvalba.

Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyra um kommunur, sum hava verið noyddar at seta sparitiltøk í verk fyri at fáa fíggjarætlarnirnar at halda, nú inntøkurnar eru farnar at svíkja.

Og nú er greitt, at heldur ikki Hvalbingar sleppa undan sparingum, hóast Hvalbiar Kommuna annars hevur borið orð fyri at vera væl fyri.

Otto West, borgarstjóri sigur, at tí hevur bygdaráðið gjørt av at siga fýra av arbeiðsmonnunum hjá kommununi upp og teir hava nú fingið ætlanarskriv um uppsøgnina.

Tilsamans eru níggju mans í arbeiði hjá kommununi, so talan er um næstan helvtina av fólkinum, sum nú skal sparast burtur.

Borgarstjórin sigur, at hetta verður gjørt fyri at avmarkað hallið á fíggjarlógini mest møguligt og fyri at tálma útreiðslunum næsta ár.

Umframt uppsagnirnar, kann tað koma upp á tal at útseta onkrar vegagerðir í kommununi, sum ætlanin annars var at fara undir.

Hetta kann tykjast eitt sindur øvugt, tí tá ið fyrra hálvár var farið aftur um bak, kundi bygdaráðið staðfesta, at inntøkurnar hjá kommununi av skatti vóru øktar góð 3%.

- Men síðani hevur tað gingið verri og í juli og august er skattainntøkan tilsamans eina hálva millión minni enn mett var, tó at inntøkan í september var tann sama sum í september í fjør.

Borgarstjórin sigur, at tí hevur bygdaráðið gjørt av at seta sparingar í verk nú, fyri at sleppa undan at seta enn ógvusligari tiltøk í verk seinni.

Samstundis er kommunan nú í holt við at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár, men Otto Vest ger longu nú greitt, at tað er ikki væntandi, at nakað serligt av úbyggingum verða í 2010.


Onki endurgjald

Tá ið fíggjarætlanin fyri í ár varð løgd, hevði kommunan væntað eitt endurgjald úr landskassanum upp á einar 4-5 milliónir fyri grótkastið í havnarlagnum, sum fór í knús í eini ódn kyndilsmessuódnini síðst í januar í 2008.

Hvalbingar hildu seg hava eina góða sak, tí Skálvíkar kommuna fekk endurgjald fyri skaðan, sum hendi har í somu ódnini.

Men endurgjaldið kom ongantíð og tí hevur fíggjarætlanin í ár frammanundan eitt hall upp á fýra milliónir.

Hetta førir so eisini við sær, at Hvalbiar Kommuna hevur eina rokning uppá 2,4 milliónir fyri havnarlagið liggjandi, sum skal betalast næsta ár.

Tilsamans kostar tað góðar 11 milliónir at umvæla grótkastið eftir ódnina, so tað er skilligt, at tað kemur ógvuliga illa við, at landið ikki eisini vil lata kommuni enurgjald fyri skaðan, eins og Skálavík hevur fingið.

Otto Vest leggur tó dent á, at bygdaráðið hevur ikki slepst málinum, tí teir halda, at tað er órímiligt, at allar kommunur ikki fáa somu viðferð frá landinum.