Hvar er skattalættin?

Ferð eftir ferð hava vit hoyrt um skattalætta frá sitandi loysingarsamgongu, og hetta tosið er serliga komi frá tí borgarliga vonginum í samgonguni ? tað vil siga frá Fólkaflokkinum

Men nú er aftur deyðatøgn um henda spurning. Tað sær út sum, at Fólkaflokkurin hevur fingið munnkurv frá Tjóðveldisflokkinum, og tí ikki má nevna skattalætta. Tjóðveldisflokkurin eigur jú fíggjarmálaráðharran, sum segði seg vilja sita ?tungt á kassanum?.


Skattaborgarin

merkir einki

Vit skattaborgarar hava hvørki sæð ella hoyrt um nakran skattalætta, men kortini kom okkurt fram í løgtinginum, um eina upphædd á 40 mió. kr. Hesin peningur skuldi nýtast til at endurnýggja fiskiskipaflotan við, men tingmenn kundu ikki semjast um, hvussu peningurin skuldi nýtast. Um eg minnist rætt, so skuldu hesar 40 mió. kortini nýtast sum eitt slag av skattalætta. Men enn er so eingin skattalætti at hóma.

Hvørja ferð vit hoyra frá okkara fíggjarmálaráðharra, so vísir hann á, at væl av peningi er í landskassanum (danski ríkisstuðulin íroknaður).


Óbeinleiðis skattur

Skattur er so nógv. Vit mugu minnast til, at vit hava hópin av óbeinleiðis skatti, sum eingin tosar nakað um í dag. Fyri mær sær tað út til, at hesin óbeinleiðis skattur er komin fyri at vera, og eingin spyr um, hví so er.

Meginparturin av hesum nevnda skatti kom, tá ið landið fór á húsagang, av teirri vanstýring, sum hesir somu loysingarflokkar eisini stóðu fyri.

Tað skuldi verið ein funnin fressur hjá andstøðuni at komi við lógaruppskotum um avtøku av hesum óbeinleiðis skattum. Sum dømi kann nevnast, at tá ið eitt húsarhald fyllir sær oljutangan, so fer helvtin av kostnaðinum í landskassan.


Krepputiltøk við ongari kreppu

Oljugjald, Mvg, tollur, punktgjøld og onnur krepputiltøk, fáa landskassan at flóta yvir, hóast vit ikki hava krepputíðir í dag. Um nakað varð gjørt, fyri at forkoma hesum kreppuuppskotum, sum nú hoyra eini farnari tíð til, so høvdu vit fingið ein munandi skattalætta kortini.

Undirritaði fer tí at heita á onkran í andstøðuni, um at fáa lagt eitt tílíkt uppskot fram á føroya løgting. Eg ivist ikki í, at um eitt slíkt uppskot kom, so vildu nakrir í loysingarsamgonguni eisini stuðlað uppskotinum.

Henda ónda ringrásin við óbeinleiðis skatti má steðgast fyrr ella seinni. Tess skjótari, tess betur. Men samstundis dugi eg eisini at síggja, at um hesin kreppuskattur sleppur at halda fram ótarnaður, og helst fer at vaksa við tíðini, so fer tað sanniliga at hjálpa til at fáa fleiri pengar í landskassan. Tá kunnu loysingarflokkarnir erpa sær av, at fleiri og fleiri pengar koma í kassan. Hetta verða góð kort í hondini, til at greiða bæði okkum føroyingum og dønum frá, at teir sanniliga kunnu minka um ríkisstuðulin.

Tí vil eg einaferð enn heita á tykkum í andstøðuni: Standi saman um tílík uppskot, sum kunnu føra til, at vit kortini fáa ein skattalætta sum munar.



Bestu heilsur við sambandskvøðu


Andras Miðskarð