Hvar vart tú 11. september 2001?

   

Suni Merkistein, tíðindamaður:

? Eg minnist, at eg var júst komin heim av morgunvakt á útlandsdeildini í útvarpinum. Eg var so troyttur, at eg fekk mær ein lúr. Konan ringdi so og segði mær, at tvey flogfør høvdu rent inn í World Trade Center. So eg lá faktiskt og svav so søtan, meðan tað hendi.
Mín fyrsti tanki var, at tað ljóðaði óveruligt. Serliga tá ein verður vaktur við slíkum ræðuligum boðum.
Hetta minti einamest um eina undantaksstøðu, og ein spurdi seg sjálvan, um heimurin veruliga er komin hartil, at slíkt veruliga kann henda.
Í eftirtíðini spældi tað ein stóran leiklut. Ein hevði hug at setast aftur frá ætlaðum ferðum í útlandið. Og óttin fyri, at okkurt líknandi fór at henda aftur var har allatíðina. Og er hann framvegis har.
Hetta var tann dagin, at heimurin fullkomuliga broyttist. Tryggleikakenslan hjá einum varð skakað, og hon verður ongantíð tann sama aftur. Tað er púra vist.
Alt gongur sjálvandi yvir, og lívið verður normaliserað, men á ein ella annan hátt brast okkurt sakloysi í heiminum hendan vanlagnudagin í 2001.