Hvar vart tú tá Olof Palme varð skotin?

Johan Mortensen, tíðindamaður:

? Eg var heima við hús. Eg hevði júst lagt meg, tá telefonin ringdi. Hugsaði við mær sjálvum, at okkurt mundi vera á vási, tá telefonin ringdi so seint. Í hinum endanum var ein starvsfelagi í útvarpinum, sum var staddur í Norðurlandahúsinum. Táverandi stjórin í húsinum, Karen Flodstrøm, sum var fyrrverandi sosialdemokratiskur politikari í Svøríki hevði júst fingið boðini um, at Olof Palme var skotin.
Eg bleiv púra skelkaður og hugsaði, at tað kundi ikki passa, at slíkt hendi í Svøríki. Tað tyktiskt onkursvegna so nær við okkum í Føroyum. Eg hevði eisini heilsað upp á hann og tosað við hann nakrar fáar mánaðir frammanundan.
Vit høvdu gestir, og eg mátti vakja tey við boðunum. Vit fóru so øll upp og settust at tosa um hetta. Vit royndu eisini at lurta eftir bæði norska, svenska og danska útvarpinum, men tað var ikki komið fram tá. So mikið tíðliga frættu vit tað.
Vit vóru heilt illa við av hesum, og tað var ein skelkur, tí tað skerst ikki burtur, at Olof Palme var stórur - ikki bara í grannalondum okkara, men í heimspolitikki. Eisini var hann ein fyrimynd hjá okkum ungu sosialistum tá.