Agga Niclasen
[email protected]
??????????????
Við einum uppvaksandi ættarliði til reiðar at taka sær løgir, tykjast evropeisku framtíðarvánirnar serliga bjartar. Ein vísindalig kanning við støði í 15 býum tvørturígjøgnum Evropu sigur nevniliga, at børn borin í heim síðani 1985, "sólskinsunglingar" at navni, eru sosialt vitbundnari, politiskt virknari, minni sosialistisk og kapitalistisk, væl meira tollynt og leys frá fordómum og, í síni heild, meira liberal enn líkasæla og ófantaliga "kynslóð X", sum gekk undan teimum.
Meðani ein unglingi evnaður av ónossliga, anti-intellektuella Kurt Cobain-ættarliðnum brúkti bróðurpartin av degnum uppá at koma fram á nýggjar hættir at sleppa undan at vaska og hugsa, vil ein sólskinsunglingi?kringaður av fjølbroyttum hugburði og, sum fylgju, fløkjasligari støðutakan?søkja ábyrging. Teir elska ES. Brýggja seg um mannarættindi og altjóða løgfrøði. Teir vilja lætta um hjá menningarlondum við at koma skuldini til lívs. Og so eru teir eisini umhvørvisvitandi.
Og sólskinsunglingarnir, í mun til formannin fyri KFUM-skótarnar í Føroyum, Trygvi Sigurðsson, eru ikki plágaðir og stýrdir av ótta og andstygd fyri øllum fremmandaliga "nýggjum". Nei, sólskinsunglingarnir trúgva ikki bara uppá frían flutning av vørum, tænastum og kapitali, men eisini fólki. Og, meira beinrakið, eiheldur høvdu teir verið barnsliga bangnir fyri samkyndum og einum fullkomiliga skynsamiligum ynski at gerast partur av Føroya ungdómsráð og, so við og við, eini samlaðari, samfelagsligari uppítøku.
Tað er so lætt at grundgeva fyri hví felagið Friðarbogin [sic] ? hvat er tað við føroyingum og nøvnum ? eigur at vera partur av FUR. Kortini, hetta er málinum óviðkomandi, við tað at felagið hjá samkyndum í Føroyum longu var stillað inn av starvsstjórnini; og hetta er væl tí at starvsstjórnin hjá FUR var komin til ta niðurstøðu, at øll krøv eru lokin fyri limaskap í Føroya ungdómsráð... bara hjá nøkrum óliberalum homofobum at havna heimilaðu umsóknini.
Men, eg visti tað altíð! Avgerðin hjá FUR ikki at loyva felagið fyri samkynd í Føroyum innliman í henda, eftir øllum at døma, óliberala felagsskap kann ikki annað enn vátta mínar fordómar um eitt nú grønar skótar: at teir altíð hava verið ótolandi barnsligir. Og, eftir slíkan barnsligan atburð, er tað tá nakað undur í, er tað tá tilvildarleikur, at meðani vit, "teir gulu", surraðu, spældu "teir grønu" ? KFUM-skótarnir hinumegin ánna ? pikk?
Jú, har vóru aðrir felagsskapir ? 14 ímóti 4, ið atkvøddu ímóti at Friðarbogin skuldi gerast FUR-limur við tí annars skilvísa úrsliti, at umsóknin fall. So, hví velji eg KFUM-skótarnar burturúr? Tí at eg var "gulur"? Kanska, men fyrst og fremst tí at hvør atkvøða má átaka sær ábyrging og at eg í hesum sambandi var vitni til ta mest anti-inellektuellu, ja, barnsligu "grundgevingina" aftanfyri hesa sigandi avgerð: "Tað einasta vit kenna til Friðarbogan er, at tað er felagið fyri samkynd (Trygvi Sigurðsson við Eyðgerð Kruse, Dimmalætting"). Sum er, vissuliga, tað sama sum at siga: "Tað einasta vit kenna til Brøðrasamkomuna er, at tað er felagið fyri baptistar". Ella: "Tað einasta vit kenna til TB er, at tað er felagið fyri fótbóltsspælarar í Tvøroyri". Ella, og aftaná at hava góðtikið sín býttleika: "Tað einasta vit kenna til Skótalið Sigmunds Brestissonar er, at tað er eitt felag fyri, ja, ø, ja-ja, ókey meðni, skótar... for hundans!" Júst so, hr. vera sær sjálvum nóg mikið-Sigurðsson, gott klárað... fyri skótar. Og skótar spæla sjálvandi ikki pikk, men surra. Og samkynd spæla sjálvandi ikki ? ókey, eg viðgangi, vánaligt orðaval ? pikk, men, um teirra minnilutastøðu, arbeiða vegna øktum kunningararbeiði, meira sínámillum virðing, minni sundurgreining, at vera meira hugað at hugsa fyri okkum sjálvi og, tað kritiska punktið, at vera meira opin mótvegis seksualiteti. Var hatta nú so torført, hr. Sigurðsson?
Gaman í, formaðurin fyri KFUM-skótarnar í Føroyum skoytti komandi uppí áðurnevndu "grundgeving": "Felag okkara er grundað á tey kristligu sjónarmiðini og vit arbeiða útfrá tí kristnu siðalæruni". Men slíkar "grundgevingar" eru eyðvitað bara bílagdar andaliga endurføddum mammureyvum at gera sær dælt av, tá ið vanligur intellektualitetur og bíbliutýðing eru í uppisetri.
Samanumtikið var altso umsóknin havnað uttan grundgeving ? og hetta er opinberiliga "í lagi" eftir rummalareiggj-viðtøkunum hjá FUR at døma. Í hesum sambandi, tann einasta vælgrundaða grundgevingin fyri ikki at loyva Friðarboganum innliman skuldi tá verið orsakað av sjálvum navninum.
Men avgerðin hjá Føroya ungdómsráð ikki at loyva felagnum fyri samkynd inn í hitan ber sjálvandi prógv um eina, ikki bara homofobiska, men undirliggjandi tornæma tjóð soleiðis sum ein órógvandi stórur partur av tess íbúgvum skúgvar til viks einhvønn mannsømandi progressivitet; eitt etos, menniskjasligt framtak, liberalt-sinnað lond í veruligari menning aðramáta hvíluleyst royna at betra.
Eitt er, at henda gamalsliga atgonga, at alt, sum fyriferst uttanfyri okkara "serstøku" tjóð ikki kemur okkum við, sambært grundreglu, er skeiv. Men um okkara afturhaldandi støðu til millum annað samkynd, men so sanniliga eisini fólkainnflytan dragna vit afturút í tørvinum á at vera á "skerandi kantinum" so at, sum land, vera ført fyri at taka á seg umskifti. Og talan er altso um broyt-ingar, sum ígjøgnumseyr-andi og loyvisleyst detta á okkum og okkara góðvarnu heimligheit. Í stuttum: vit kunna ikki longur loyva okkum at stinga heysin í kongsjørð og, eftir besta førimuni, syngja hissini láturligani romantiskan tjóðveldissang sum vit leggja ein fanans lort í alt, sum ikki sjálvkomið ella beinleiðis rakar okkum... fyri okkara skuld.
Yvirhøvur er tað flóvisligt at "taka ímóti" nøkrum, ið undir ongum umstøðum ikki kann víkjast frá, bert tí at tað onkursvegna er vorðið noytt á okkum, og ikki hugsað ígjøgnum. Men í hesum finst helst svarið til hví abstrakta uppfatanin av tí støðugt meira progressiva Evropa er meira seljandi til hasi, sum njóta abstrakta hugsan og stórfingnar ætlanir, enn tey, sum annaðhvørt heldur vilja hjálpast, sum best ber til, ella ? eins og vit ? "elska" høgleika, hugnað og púrasta líkasælu.
Í eini grein í Sosialinum á valdegnum í ár helt Kári á Rógvi fyri, at vit høvdu tosað í so nógv um tey samkyndu uppundir valstríðið. Tvætl! Ikki einans eru livikor og rættindi hjá teim samkyndu umráðandi í sjálvum sær, men vil so sanniliga eisini virka sum eitt rimmar ávísi fyri ? í hesum føri ? floksins grundliggjandi moral. Nú eri eg tíbetur ikki serkønur í løgfrøði, men politikki, og einhvør lóggáva skuldi helst verið ein akkumulerað og støðuliga endurskoðað úrtøka av morali.
Men tó at progressivu Føroyar vóru fyri einum bakbresti soleiðis sum Friðarbogin fekk krakk í síni samvitskufullu áheitan at verða veittur og veita eina hjálpandi hond millum ung sum partur av Føroya ungdómsráð, er samlaði samkynju-spurningurin kortini komin nakað á mál. Eitt er, at felag fyri samkyningar er stovnsett, men? og týdningarmeiri ? tey dylja ikki sína samkynd í sama mun longur og kundu tí, sum avleiðing, mynda felagið: ætlandi ein íkomin viðgangur so við og við sum tey hava hildið seg verið betri før fyri at "spretta" og sum aftur stendst av øktari og áhaldandi umrøðu. Men, bara nakað. Tí barnsliga avgerðin hjá FUR ber jú prógv um eitt barnsliga bangið land, sum heldur enn gjarna vil hava sínar borgarar búgvandi í fremmandalondum, men ikki so øgiliga gjarna hava fremmandafólk búgvandi í okkara landi; og eitt land, sum enn heldur tað vera, ikki bara løgið, men vamlisligt at síggja tvey mannfólk leiðast.
Men progressivu Føroyar, tey anti-líkasælu, tey langskygdu, tey vaksnu, mugu ikki ganga og lúnast sum eitt forkelað barn, men brúka bakbrestin á uppbyggjandi hátt. Og tí er tað, at samtíðis sum vit kraftamikið skula díkja á so at fremja politisk mál sosum "skrásett parlag" og at kriminalisera einhvønn mismun mótvegis samkyndum í arbeiðs- og húsamálum, muga kondemnera eitt og hvørt slag av homofobi, hvar enn so hetta barnsliga bangilsi dagar.
Men við einum lítið liberalt-progressivum Sambandsflokki verður torført. Sostatt verður stríðið fyrst og fremst mentanarligt. Í 21. øld er tað tríggjar ferðir so trúligt at samkyndir tannáringar royna at beina fyri sær enn kynvísir unglingar. (Aleina hetta hagfrøðital átti at fingið okkum niður á knø og homofobar at skammast.) Og "bøssi" er enn ein handahóvsháð millum ung.
Her er ikki bert talan um nakrar fáar hálvvaksnar dreingir, ið plága og gera seg inn á samkynd børn. Hetta er partur av eini djúpari og inntonktari mentanarhomofobi?sum, nú eg kortini komi tysjandi, sjálvandi einki sum helst hevur við bíblíutýðing at gera?eggjað til og vitleyst promoverað av, ja, tey kalla seg vaksin, og tessvegna áttu at vitað betri.
Homofobiska niðurbrót-ingin í Føroyum fer at taka langa tíð. Men arbeiðslagið er beint frameftir: homofobar muga konfronterast við tí epidemiska sjálvhaturi, teir birta uppundir, í skúlum, á arbeiðsplássum og í fjølmiðlum.
Fyrst tá, og við eini pro-aktivari hendurnar burtur!-atgongu mótvegis okkara liberalu "sólskinsungling-um" til reiðar at taka sær løgir, gongur dreymurin um einar progressivar Føroyar út. Nemið ikki við, tilkomna fólk!
Ímeðan eiga vit at flyta burtur hasar 1,1 milliónirnar í donskum peningi, sum, sambært løgtingslóg nr. 34 frá 23. apríl 1999, Føroya ungdómsráð fær frá spf. Ítróttarvedding, yvir í, nei, ikki Friðarbogan, men til anti-homofobiska upplýsing yvirhøvur. Men "hesuferð" ? í mun til atferðsmynstrið hjá formanninum fyri KFUM-skótarnar í Føroyum?við grundgeving: homofobi... ella tornæmi!