Hvat er at síggja í Havn?

Sjónleikur:

UMMÆLI

Gulla Øregaard

 

Hóast størsti og mest undirhaldandi sjónleikurin í løtuni verður spældur á News og á DR1 sum endaspurturin til fólkatingsvalið 13. nov., havi eg givið mær stundir at fara til teir sjónleikir, sum í løtuni ganga í Tórshavn.

 

Leikurin “ Fanga@ður í netinum” eftir Ray Cooney og “Fundamentalisturin” eftir Juha Jokela eru ólíkir í bygnaði og spælistíli, men báðir viðgera erotikk og viðurskifti millum kynini. - Fyrri leikurin verður spældur í Sjónleikarhúsinum sum uppseting hjá Havnar Sjónleikarfelag, og seinri sum uppseting hjá leikbólkinum Twass. - Leikirnir hava verið spældur um somu tíð. ”Fundamentalisturin” hevur savnað full hús, meðan Fang@ður í Netinum hevur havt slakari tilgongd.

 

Havnar sjónleikarfelag hevur valt at taka leikin “Fan@aður í netinum” sum fyrsta leikverk í vetrarskránni 2007/2008 og hetta er eitt gott val. – Tað skal og eigur at vera pláss fyri skemtileikum.

 

Ray Cooney, sum er enskur leikritahøvundur og av teimum bestu innan skemtileikir, hevur í hesum skemtileiki hildið evnið um “Bigami” upp ímóti ljósinum við høvuðsdenti á skemti í øllum brygdum. Tú hugsar fleiri ferðir undir leikgongdini. – Álvaratos! – Nei! Hetta er ov langt úti.

 

Leikurin er sera krevjandi at fáa á flog - ferð og hendingar kappast um fyrstaplássið. Leikstjórin hevur týðiliga lagt seg á ferðina, men í støðum kundi ferðin, ella rokið verið minni, og persónsmenskan í leiklutinum sjónligari, sum eisini í skemtileiki er týdningarmikið, fyri at vit áskoðarar, kunnu fáa samanhang í orð, rørslur og leik.

 

Í seinastuni hevur borið til at koma til sokallaði “Flenniskeið”. – Leikurin í Sjónleikarhúsinum kann væl blanda seg uppí slíkt virksemi. Um tú ikki hoyrir til tey, sum frammanundan hava avgjørt, at tú flennir bara, tá ið tað grundgivið vísindaliga, at nakað er at flenna at, so kanst tú ósmæðin fara til leik og flenna í samfullar tveir tímar.

 

“Fang@ður í netinum” viðger gerandisdag og sjálvgjørdar fløkjur, har hjúnastøðan hevur ført høvuðsleikaran út í tað stóru komisku farsuna, har vit fata einfalda boðskapin, at “bigami” og gerandisdagur kunnu ikki fløkjast saman, uttan eftirspæl, sum í hesum førinum er totalur komikkur.

 

“Fundamentalisturin “ sum Twass framførir hevur allar tær góðu fyndugu replikkirnar, sum eitt sokallað kamarspæl hevur at bjóða. Her eru teir djúpu tankarnir um okkara eksitensiellu kor sum menniskju. Her fara vit inn undir húðana á leikarunum og kenna sorgina, einsemi og longsulin, sum um vit vóru partar í leikinum. Her er talan um leik, har áskoðari og leikara gera sáttmáli við hvørt annað um at vera saman eina løtu og lurta eftir, hvat kann hava týdning fyri lív og virki.

 

Leiktjøldini til “Fundamentalistin” eru einføld. Eitt svart rúm – svartir veggir, og onki annað. At kalla klinisk, men tann perfekta bakgrundin fyri at spælið við kenslum, kropsrørslum, orðum, sum komu upp og út eydnast hjá leikarum, sum eru førir fyri at fáa fram ávísan karakterleiklut.

 

Leikararnir skaptu tað, sum skapast skuldi. Sterkar myndir á hornhindina – Djúpar tankar um, hvør av okkum er fundamentalistur, og hvør flytir hvønn, tá ið tankar og hendingar í lívinum fáa okkum at missa fótafesti.

 

Fang@ður í Netinum eggjaði í størri mun til láturin enn tað hugsunarsama. Margreta í Koytu, danskur leikstjóri hevur við hesum leiki víst, at hon er før fyri at halda fast í sínum hugskotum um leikgongd, ferð v.m. Eg meti, at Margreta hevur gjørt sítt arbeiði til fulnar, men her eru so nógvir træðrir at halda fast í, at í støðum hevði verið rætt, at ferðin var sett niður, og at einstaki leikarin slapp at brúka kropp og rødd meira, fyri at geva tí nógva komikkinum pláss.

 

Pallurin var sera væl frágingin sum stílrein stova við 6 hurðum at renna út og inn ígjøgnum. Eg saknaði tó hjálp frá pallinum til leikararnar, at teir høvdu síni egnu rúm til ávikavist familjuna hjá Mary Smith og familjuna hjá Barbaru Smith. Her kundi so verið eitt triðja rúm, sum kundi verið felagsrúmið. – Leikbúnar og leiktilhoyr var alt uppá pláss og væl sett saman. – Ljóssetingin var darvað av, at pallurin ikki gav møguleika fyri stórt meira enn stovuljósi, so her saknaði eg kreativitet, og aðrar møguleikar enn teir givnu. – Ljóðgóðskan var góð.

 

Leikararnir eru góðir. Serstakliga væl spældi Eyðfinnur Finnsson sum gamli maðurin, sum skiftir millum demens og klárar løtur, har gessurin er stýrandi. Eyðfinnur hevur saman við leikstjóranum gjørt ein frálíkan karakter.

 

Vit kenna Kára Øster sum ein av okkara bestu karakterleikarum. Í høvuðsleiklutinum sum John Smith hevur leikstjórin givið Kára eina sera torføra uppgávu, tí hon hevur latið ferðina dríva verkið, ístaðin fyri at latið persónin John sloppið betri fram. – Hertil er so at siga, at Kári so drivin leikari, at vit kortini vera hugtikin av hýruvognsføraranum John Smith og hansara dupultlívi.

 

Brynjálvur Tórstún spælir væl sín torføra leiklut sum vinmaðurin Stanley Gardner. Onkuntíð missir hann ferðina, men er ógvuliga trúgvur ímóti tí vælmeinandi og fitta Stanley, og hann spælir sannførandi sín leiklut. - Her hevur Margreta verið dugnalig at fáa tað besta fram í leikaranum.

 

Tey ungu fólkini Petur Meinhard E. Andersen og Barbara H. Í Stórustovu eru gávuríkir ungir sjónleikarar, sum eiga framtíðina á teimum brøttu pallfjalunum

 

Konurnar Barbara Smith og Mary Smith spældu avikavist Petra Iversen og Herborg Mikkelsen .

 

Leiklutirnir vóru fragingnir við góðari megi. – Í førum tóktist spælið tó eitt sindur steriotypt. Petra spældi flógva góðlynta konan, sum bara var til fyri at tæna harranum, og Mary var hon, sum John koyrdi runt í heiminum. Í støðum var Mary ikki trúlig við síni tekkiligi útsjónd einans at kunna vera so ill. Her haldi eg, at Herborg Mikkelsen hevði eitt nógv størri potensiali at spæla upp á, enn tíðin og ferðin loyvdi. Kvinnuleiklutirnir vóru í so stuttum sekvensum, at teir ikki góvu sínum leikarum fult rættvísi.

 

Eftir stendur, at vit hava sæð ein skemtileik, sum gevur áskoðaranum eina góða uppliving.