Tað ljóðar bæði óskyldugt og pent, tá hin blíði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fríggjakvøldið 31. mars í Sørvági segði við útvarpsmannin, at hann vónar, at Føroya Lærarafelag vil samráðast ? tí teir eru klárir.
Føroya Lærarafelag hevur roynt og roynt at samráðast saíðan 1. mai 1999. Tað var Føroya Lærarafelag, ið legði samráðingaruppskot á borðið 31. mars 1999, so sum høvuðsavtalan fyriskrivar meðan onki kom frá Fíggjarmálastýrinum.
Tá 8 dagar vóru farnir út um tíðina, tá samráðingarnar sambært høvuðsavtaluni skuldu havt byrjað, mátti Føroya Lærarafelag gera vart við seg aftur.
Á fyrsta fundinum, ef tir at hava havt uppleggið frá Føroya Lærarafelag í ein mánað, møtti Fíggjarmálastýrið við ongum, men segði seg vilja taka støðu til samráðingaruppleggið hjá Føroya Lærarafelag so hvørt.
At sita við buktini og báðum endum og mest nýta tað stutta orðið NEI hevur lagt stórar forðingar fyri at samráðast.
Aðaltreytin fyri at tveir partar kunnu samráðast er, at partarnir eru reellir og realistiskir.
Tá Fíggjarmálastýrið kemur út alment við rangari útroknan av tímatali hjá føroyskum lærarum, so talar hetta longu fyri seg. Hvussu kanst tú samráðast við slík fólk. Tú kemur onga leið, tað hevur tíðin víst. Hvat við at skifta hesi fólk út?
Fíggjarmálastýrið hevur læst seg fast í arbeiðstíð lær-aranna, og nýtir hesa sum undanførslu fyri broytingum í nýggju fólkaskúlalógini.
Tað verður sagt, at lærarar hava ivaleyst av tíð tilyvirs ella óbeinleiðis sagt ? tað eru lærarar, ið ikki nýta sína fullu arbeiðstíð til tað teir skulu, men nýta hana til annað.
Um arbeiðsgevarin veit um slík dømi, átti hann at tala at og í ringasta føri sagt fólki upp, ið nýta tílíkt arbeiðslag.
Tað er skeivt av Fíggjarmálastýrinum at nýta slíkan norm sum grundarlag fyri allar lærarar.
Skulu vit hava ein dygdargóðan fólkaskúla, so mugu skúlaleiðslurnar styrkjast, so tær fáa tíð og umstøður at ansa eftir, at fólkaskúlalógarinnar arbeiðið verður gjørt, so sum tað skal.
Og sjálvandi má tann einstaki lærarin eisini fáa ta tíð og tær umstøður, ið krevjast, fyri at kunna útinna lógarinnar krøv í verki.
Og tað er hetta, Føroya Lærarafelag vil!
Øll fakfeløg krevja rættvísa løn og røttu arbeiðsumstøður. Men hvussu nógv fakfeløg hava samstundis fingið lagt eina lóg á herðarnar, sum arbeiðsgevarin ikki vil »viðurkenna«??
Petur Sigurd Rasmussen