Tórstein Christiansen
?????
Seinastu nógvu vikurnar hevur nógv verið skrivað um teilendingar, ið eru í Skálavík og arbeiða. Teir skulu bæði taka arbeiðsmegi frá føroyingum og tað, ið eg ikki ætli at koma inn á, líða neyð. Verður søgan vend á høvdið og hugsað um okkum føroyingar, sum í langa tíð hava havt dagligu arbeiðsgongdina uttanlands, er tað so ikki eitt sindur ov nógv gjørt av, at skula senda útlendingar avaftur landinum? Eg trúgvi tað hevði verið minst líka nógv skrivað, um tað vóru føroyingar, ið blivu útvístir úr eitt nú ES og EØS londum, hóast her eru greiðar avtalur í lagi. Hví fara vit føroyingar út í heimin at arbeiða? Tað er ikki tí lønin er verri, umstøðurnar at arbeiða undir eru verri ella ikki at vera væl móttikin av samfelagnum har. Heldur tvørturímóti.
Noreg
Sjálvur havi eg verið 2 summarsesongir í Noregi og arbeitt. Eg arbeiddi á einum hotelli saman við 50-80 øðrum útlendingum. Nevnast kann, at tað ikki vóru fleiri enn 10 norðmenn, ið arbeiddu á hotellinum. Sum søgan ljóðaði har, vóru norðmenn ikki nóg effektivir, gjørdu alt fyri at fáa eina undirskrift frá arbeiðsgevaranum, so tey kundu brúka ta sosialu skipanina úr einum enda í annan. Vit tóku ikki arbeiðsmegi frá norðmonnum heldur, tí har vit arbeiddu, høvdu tey undir ongum umstøðum kunnað fingið mannað hotellið bert við norðmonnum. Vit høvdu góð og greið viðurskifti at arbeiða undir, so sum løn, skattur, tryggingar og frítíð. Vit fingu ikki minni í løn enn norðmenn, men harafturímóti goldu vit minni í skatti. Nevnast kann eisini, at lønarskipanin ikki er heilt tann sama sum her, men hon er heldur til okkara fyrimun. Í síðsta enda var tað upp til okkum sjálvi, hvussu væl vit kundu liva undir teimum norsku lógunum og rættindunum. Hetta er eitt norðurlendskt land, men føroyingar høvdu ikki havt nógv verri kor at arbeitt undir, um tað var í øðrum londum.
Hvør vinnur so mest?
Tað er bæði til fyrimun hjá tí fremmanda arbeiðaranum og hjá tí respektiva samfelagnum at hava útlendingar í arbeiði. Útlendingurin vinnur meiri, enn hann hevði gjørt heima, og samfelagið fær ágóðan av skattinum. Samfelagið fær ikki bert ágóðan av skattinum, men eisini av tí livikostnaði útlendingurin krevur, so sum innkeypi, flutningi osfr. Hinvegin sleppur samfelgið í nógvum førum frá nógvum sosialum veitingum, ið krevjast av útlendinginum. Her verður mest hugsað um barnagarðsplássi, skúla og uppihaldspeningi. Á teimum smáu plássunum skal heldur ikki so nógv til at fáa hjólið at mæla betur runt.
Vansin við at senda teilendingarnar avstað
Verða teilendingarnir sendir avstað, so missir Skálavík eitt virkið, ið hýsir nógvum arbeiðsplássum. Tað eru ikki nóg nógv fólk at taka av at manna virkið bert við føroyingum. Teilendingarnir hava lagt grundarlag fyri, at tað hava verið nóg nógv fólk at manna virkið. Teir taka ikki arbeiða frá fólki, heldur hinvegin geva arbeiði, tí verða teir ikki her, so verður heldur einki arbeiðspláss til føroyingarnar, ið knýttir eru at virkinum.
Nú er tað so bara upp til myndugleikarnar at avgera, hvussu langa teirra teilendsku verður. Hevði verið hugsað hinvegin, so trúgvi eg ikki, at myndugleikarnir vildu gjørt líka nógv við at fáa allar teir fleiri túsund føroyingarnar heimaftur at arbeiða, sum eru uttanlands. Miðstaðarøkið er við at vera fult. Útjaðarin er alt ov veruleikafjarður at koma aftur til. Men er tað ikki akkurát har, ið teilendingarnir eru og stuðla undir menningini og virkseminum har?