Hvat gert tú 11.11.11 klokkan 11.11?

Í samband við átakið Manntal verður eisini skipað fyri eini myndainnsavning í sambandi við fólkateljingina. Heitt verður á øll um at taka eina mynd, sum lýsir hvar føroyingar vóru 11/11-11 klokkan 11.11, og hvat føroyingar gjørdu.

Fólkateljingin skal við hagtølum vísa, hvussu tað er at liva í Føroyum. Sjálvur teljidagurin er júst henda sama dagin, 11. november. Úrslitið av fólkateljingini er ein neyv lýsing av, hvussu tað er at liva í Føroyum í november 2011. Hendan lýsingin er við hagtølum.

Stuttligt kundi eisini veriða at lýst við myndum, hvussu vit liva, og hvat vit gera hendan dagin. Lagt verður tó aftrat, at myndainnsavningin er ikki ein partur av fólkateljingini, men eitt tiltak við síðuna av. Tiltakið ”Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11!” er ætlað øllum føroyingum - børnum og vaksnum, einstaklingum og arbeiðsplássum.

Myndirnar skulu sendast inn umvegis heimasíðuna www.manntal.fo, har til ber at skriva eina stutta frágreiðing til myndina. Tær verða síðani góðkendar á manntal og fara síðani beinleiðis út á myndasavnið. Í fyrsta lagi liggja myndirnar á heimsasíðuni, men kanska verða tær seinni savnaðar í øðrum høpi.