Hvat kostar sambandið í krónum og oyrum

Fyri hvørja krónu føroyingurin fær úr Danmørk, missir hann tær tvær

Tað verður so ofta sagt at statsstudningurin avlagar hin føroyska búskapin. Í hesum stubba vil eg geva eina ábending um, at fyri hvørja krónum vit fáa frá dønum, missa vit tær tvær. Tað verður gjørt við at samanmeta landsframleiðsluna (GDP) í Íslandi við landsframleiðsluna í Føroyum.


Ísland er ríkari

enn Danmark

Í 1995 var Ísland ríkari enn Danmark, hetta sigur EUROSTAT, hagtalsstovnurin hjá EEC, tølini er at finna í hagtalsbókini hjá Norðurland Ráðnum fyri 1997, »Nordic Statistical Yearbook« á bls. 174.

Í 1996 var Ísland ríkari enn Danmark, kelda » OECD National Accounts, Main aggregates, Volume 1« januar 1998.

Tølini eru í PPP-dollarum. Í 1996 var landsframleiðslan í part, í Danmark 22,418 USD og í Íslandi 23,242 USD.

PPP-dollari merkir orðarætt » GDP per Capita in US dollars, based on purchasing power parities«. Tá OECD ger samanmetingar millum lond, rokna teir landsframleiðsluna um til keypuorkudollarar. Tí tað sum hevur tydning, er hvat fæst fyri peningin.

Hetta eru tey nyggjastu tølini, Danmark liggur ikki langt aftanfyri, men lítla fjarskotna, frælsa landið Ísland er fremmri.


Søguliga gongdin

Strikumyndin her vísir íslendsku landsframleiðsluna í mun til ta donsku frá 1950 til 1996. Myndin vísir at íslendingar vóru væl aftanfyri danir í fimmti og seksti árunum, men at teir síðan hava tikið dik á seg, og nú eru teir á sama støði sum danir.

Føroyar samanmett við Ísland

Í 1950 var tann føroyska landsframleiðslan 3,600 kr fyri hvønn skalla, í Danmark var hon 5,000 kr. Føroyska landsframleiðslan var 28 prosent minni enn tann danska. Sama árið var tann íslendska 33 prosent minni enn tann danska. So í 1950 var minni munur á tí føroysku og íslendsku landsframleiðsluni.

Í miðal fyri 1985?94 var íslendska landsframleiðslan 8 prosent størri enn hin danska. Í sama tíðarskeiði var hin føroyska landsframleiðslan 80 prosent av tí donsku. So eftir hesum framleiða íslendingar 35 prosent meira enn føroyingar.


Íslendska landsframleiðslan í prosentum av tí donsku



Føroyski útflutn-

ingurin er størri

enn hin Íslendski

At tað gongur so nógv betri í Íslandi enn í Føroyum, er ikki tí at íslendingar selja meira til útheimin enn føroyingar.

Í Íslandi var meðal útflutningurin 51,294 krónur í part, í árunum 1985 til 1994. Í sama tíðarskeiði var vanligur útflutningurin úr Føroyum 54,284 krónur, leggja vit so ta árligu søluna av yvirharradøminum til danir (statsstudningin) upp á 19,273 krónur afturat, so var okkara útflutningur 73,557 krónur í part.

Okkara vanligi útflutningur var áleið tann sami sum tann íslendski. Bert hetta sigur okkum, at tað ber til hjá okkum føroyingum at klára okkum væl, við tí sum vit eiga sjálvir.

So tað er ikki tí, at okkara útflutningur er so lítil at, tað stendur so illa til her hjá okkum. Tað er heldur tí, vit hava skipað okkum so illa.


Hví fáa vit minni fyri meira

Tað er við londum, sum tað er við húskum. Um tú onki ger sjálvur heima við hús, men keypir alt í dyrum dómi frá øðrum , tá stendur neyðin í durinum. Og vandin fyri at flyta frá húsi og heimi er stórur. Summi eru ríkari fyri minni og onnur eru fátækari fyri meira. Útflutningsinntøkan hjá einum landi, er at samanmeta við lønarinntøkuna hjá einum húski.

Lutfallið millum landsframleiðslu og útflutning, her nevnt útflutningslutfallið, var í miðal fyri árini 1985-94, í Føroyum 1.91 og í Íslandi 2.96.

Hetta merkir at føroyingar fáa knappar tvær krónur (1.91) burturúr hvørjari útflutnings krónu. Meðan íslendingar fáa tær tríggjar (2.96).

Okkara útflutningskrónur koma bert heim at venda. Hví er tað so? Jú tað er tí, at um ein føroyingur hevur eitt arbeiði at gera, so biður hann ein dana um at gera tað. Meðan um íslendingur hevur eitt arbeiði at gera so biður hann ein annan íslending at hjálpa sær, og virðini vera í landinum og nørast. Tí teljist Ísland millum heimsins ríkastu lond.


Hvat er vinningurin av sambandinum,

í krónum og oyrum?

Flest allir føroyingar vita at tað kostar okkum at geva yvirharradømið frá okkum, men tað er ein stórur meiriluti, sum heldur at vit fáa meiri fyri minni. Teir halda at statsstudningurin saman við undirharradøminum, sum vit fáa frá dønum, er meira vert ein yvirharradømið, sum vit selja dønum.

Hvussu nógv danir gjalda í krónum fyri yvirharradømið, er skjótt sett upp. At tað eisini eru útreiðslur, vita flest allir. Men at seta krónur og oyrir á útreiðslurnar er ikki lætt, tí tær eru ikki at finna í nøkrum roknskapi. Ein gongd leið er at samanmeta okkum við Ísland. Sjálvsagt kunnu vit ikki beinleiðis samanmeta Ísland við Føroyar. Men Ísland og íslendingar eru teir, sum eru okkum nærmast á flest øllum økjum, so kunnu vit ikki samanmeta okkum við íslendingar, so kunnu vit ikki samanmeta okkum við nakran.

Úrslitið er at um statsstudningurin minkar við 19,273 krónur í part, tað er at vit fáa ongan statstudning, so vaks inntøkan við 20,740 krónum í part frá 140,211 krónur til 160,951 krónur.

Ella við øðrum orðum fyri hvørja krónu vit fáa frá dønum missa vit tær tvær.

Í sama tíðarskeiði var danska landsframleiðslan 150,378 krónur í part, so við tí stóra útflutninginum, sum vit hava, kunnu vit, um vit vilja fáa eina hæggri inntøku enn danir.

Svarið sum mangur maður kemur við er at tað er ikki so einfalt, her er bert eitt aftursvar, føroyingurin hevur høvd, eins og øll onnur fólk, og høvd eru til at brúka.


???????????????????????????????????

Inntøkugerð í Føroyum av uttanlanda inntøkum???????????????????????????????????

Roknskap-HugsaðMunur

artøl tøl

???????????????????????????????????

MiðaltølÚrslitið um

1985?1994vit skipa

okkum áleið

sum íslendingar

???????????????????????????????????

IIIIIIIV

???????????????????????????????????

Útflutningur: Vørur og tænastur54,28454,2840???????????????????????????????????Frá Statinum: yvirharradømi19,2730÷19,273???????????????????????????????????Útflutningur73,55754,284÷19,273???????????????????????????????????Føroyska útflutningslutfallið1.91???????????????????????????????????Íslendska útflutningslutfallið2.96???????????????????????????????????Studningslutfallið÷1.08???????????????????????????????????Landsframleiðsla (GDP)120,938160,95140,013???????????????????????????????????Frá Statinum19,2730÷19,273???????????????????????????????????Inntøkur140,211160,95120,740???????????????????????????????????Tølini eru fyri hvønn skalla, kelda »Yearbook of Nordic Statistics« ymsir árgangir

???????????????????????????????????

Samanberingin er sett upp í talvumyndini »Inntøkugerð í Føroyum av uttanlanda inntøkum«.

Útrokningarnar eru einfaldar.

Í teigi II eru roknskapartøl, miðaltøl fyri 1985-94 fyri hvønn skalla,

í teigi III eru hugsað tøl, og vísa tey hvussu hevði tað gingist um vit ikki fingu statstudning, men í staðin fyri høvdu keyp eins nógv frá hvørjum øðrum og íslendingar, tað vil siga at útflutningslutfallið er sett til 2.96.

í teigi IV er munurin millum III og II.