Hvat meinar Býráðssamgongan við?

Vit hoyrdu innleiðandi, at Býráðsarbeiðið, umsiting og samskiftið skuldi broytast og verða á einum betri støði – og meira í eygnahædd við fólkið.

Fyri at nema við økið, lata upp fyri og ynskja forstáilsi fyri tí nýggja, samgongan leggur út við, vil eg fortelja eina søgu frá mínari tíð sum býráðspolitikkari.

 

Eg royndi tá eisini at vísa á hetta við fólksligheit, men tað fekk ikki undirtøku, sum mál, í sjálvum sær.

 

--

 

Útstykkingarnar, Klingurstjørn 1 og Klingurstjørn 2, vóru í umbúna, tann fyrra var liðug, tann seinna í gongd.

 

Eg bleiv gjørd varug við, at borgarar vóru viðfarnir ymiskt við atliti til í hvønn mun teir sjálvir kundu broyta lutakastið av grundøkjunum og ognað sær eitt betri øki.

 

Soleiðis at skilja, at ein, sum hevði fingið grundøki á fyrstu parkett kundi skifta um við tann á aðru parkett – og so handa tað á aðru parkett aftur til Kommununa, tí hann hevði valt onkra aðra bústaðarloysn og sostatt fór av økinum.

 

Hetta bleiv gjørt í nøkrum førum og so seint sum í gjár hoyrdi eg frá einum, sum frøddist um at hava kunnað gjørt hetta skiftið á Klingurstjørn 1.

 

Tann, sum fekk noktað umbýtið, hevði gjørt eitthvørt eitt sindur øðrvísi, í beinleiðis samskifti við Kommununa, tí hann ikki kendi nakran á fyrstu parkett, sum var villigur til hetta skiftið, sum eg vísti á omanfyri, ella viðkomandi hevði ynskt ‘onkrar pengar ímillum’ fyri hetta skiftið.

 

Tí lat hesin persónurin henda fyrra lata stykkið innaftur til Kommununa og fór so sjálvur, sama dag, til Umsitingina í Tórshavnar Kommunu, fyri at gera hetta skiftið.

 

Umsitingin noktaði og tá persónurin kærdi og grundgav um  líkaviðferð hjá borgarum, møtti honum bara mótstøða, bæði hjá umsitingini, løgfrøðingum, Kommunu- og Borgarstjóra.

 

Av tí at eg helt hetta snúgva seg um princippir bleiv málið politiskt og útspælið hjá umsitingini fall á Býráðsfundi.

 

--

 

Lat meg siga beinanvegin, at málið hjá mær ikki snúði seg um hvørt tað skuldi verða loyvt at skifta um ella ikki skifta um – málið snúði seg bara um líkarætt hjá borgarum og at vit, um vit vóru byrjað upp á at loyva onkrum, so áttu at brúka sama principp í allari útstykkingini.

 

Og at tað ikki skuldi verða mátin hjá borgaranum, betalingin ella um hvør ið kendi hvønn, sum skuldi verða avgerandi.

 

Antin kundi man gera eitt skifti ella ikki!

 

Vit skulu minnast til, at hetta er beint aftaná útstykkingina og útlutanina.

 

Politikarar og Borgarstjóri eiga at vera forlongdi armurin hjá fólkinum – mótvegis umsitingini, bæði í viðspæli og í mótspæli kunna grundgeva soleiðis, at borgarin skilir avgerðina. Tað kundi eg ikki.

 

--

 

Vit, minnilutin og eg, blivu ‘meldað’ – haldi eg tað kallaðist, fyr at fella málið hjá umsitingini og tí vit skuldu eitast fyri at ganga ímóti reglum um almenna fyrisiting, í hesum politiska leiki vegna borgara.

 

Vit fingu loyvi til sakførarar og Javnaðarflokkurin fekk Niels W. Poulsen, Sambandsflokkurin fekk Bjørn á Heygum og eg/Framsókn fekk Jens A. Vinther.

 

Teir umboðaðu meg og minnilutan og gjørdu eitt felagsskriv til Kommunala Eftirlitið. Kommunala Eftirlitið helt fast um støðuna hjá Kommunustjóra og Umsiting og sendu skriv til teirra um hetta.

 

Dagin eftir skrivið var grundøkið latið til annan enn tann, sum sakin snúði seg um og sum vit umboðaðu.

 

Aftaná gjørdu sakførararnir vart við, at avgerðin, hjá Kommunala Eftirlitinum, átti at verið komin aftur til teirra til hoyringar, áðrenn skrivið varð sent til Kommununa – og at hetta hevði svipsað.

 

Teir fingu millum hundrað og tveyhundrað túsund fyri hetta, men gjørdu einki við alment at harta Kommunala Eftirlitið fyri ivasama ella skeiva mannagongd.

 

Eg setti meg í samband við ein løgfrøðing, sum eg havi álit á og spurdi, um ein regla frá Kommunala Eftirlitinum skal takast so bókstavuliga og hondhevast sama dag ella dagin eftir.

 

Hesum noktaði hann fyri og segði, at rættast hevði verið at praktiserað tað, sum man hevði praktiserað í hesum útstykkingunum fyrst og so tillagað politikk, umsitingarligar mannagongdir og betri praksis til nýggjar útstykkingar.

 

Løgtingsins Umboðsmaður var eisini inni í myndini.  Kommunala Umsitingin fekk ábreiðslu og áheitanir um at skipað økið betri, við atliti til virkisøkið. Uttan at kærarin sjálvur fekk beinleiðis viðhald í málinum ella hjálp.

 

--

 

At alt hetta var í koronatíðini og at útlutanin eisini hevði nakrar veikleikar við atliti til borgaratrygd/-rættvísi, tí grundøkini blivu útlutað afturlatið, tøkniliga, uttan nóg greiðar reglur til nøktandi eftirlit við tøknini, er eitt annað mál. Uttan at eg her skal leggja nakran undir nakað tí viðvíkandi – havi ikki tað innlitið.

 

Samanumtikið eri eg ikki í iva um, at borgarar skulu hava líka viðferð – tá tað ber til og er so greitt, sum hetta.

 

Hóast tað, - Kommunu- og borgarstjóra, almenna umsiting, løgfrøði, Kommunalt Eftirlit og Løgtingsins Umboðsmann – fyri ikki at tala um alla ta tíð og allar teir pengar, sum vit skattgjaldarar rinda fyri borgaratrygd, lóg og landaskil – so haldi eg ikki, at málið fekk tann enda, sum tað átti at fingið í einum nýmótans rættarsamfelagi.

 

Sum býráðspolitikkari hevði eg aðrar líknandi sakir, sum tóku tíð, ja ár – og allíkavæl endaðu í ongum vegna tann, tað skuldi galda.

 

Ja, í summum føri var talan um greiða ‘udmattelsesstrategi’- soleiðis at borgarin, og øll hansara, mistu orkuna og stríðsviljan.

 

Í Kringvarpinum varð eg altíð gjørd til taparan. “Ja, Borgarstjórin hevði vunnið málið, tí Løgtingsins Umboðsmaður hevði talað, ella var tað Kommunala Eftirlitið, sum hevði talað.” Hevði ynskt, at Kringvarpið hevði tað format, sum skal verða í einum nýmótans rættarsamfelagi!

 

Tí spyrji eg alment – hvat vit vilja við øllum sovorðnum, - stovnum og fólki og hvussu kunnu vanligir tankar í tvístøðum, virðing fyri órættaðum og sunn fornuft meira verða reglan?

 

Enn vald, sokallað serkøn, stovnar og Kringvarp?

 

Um hetta ikki er av størstu málum, so kunnu vit ganga út frá, at somu mekanismur og mannagongdir gera seg galdandi í øllum og í størri málum eisini. Tí haldi eg tað hava týdning at vísa á hvar ikki samanhangur er, hvar ketur loypa av, um engagement hjá teimum, sum fáa leiklutir í slíkum tilgongdum og ynski um meira rættvísi og dygd, vegna land og fólk.

 

--

 

Eg sá ikki hesa her viðgjørdu saksgongd fáa avleiðingar fyri nakran og tí er mín spurningur til borgarstjóra og býráðspolitikarar – um hvat tey hugsa, tá tey tosa um betringar og fólksligheit?

 

Skal alt bara vendast á einum tallerki og blíva betri – ella hvat ítøkiliga skal til?

 

Ja, eg spyrji bara!

 

Bergun Kass