Hvat sigur Pedagogfelagið?

Higartil í kvøld hevur tað tíverri ikki eydnast In.fo at fáa viðmerking frá Føroya Pedagogfelag til avgerðina hjá Fasta Gerðarrættinum.

Higartil í kvøld hevur tað tíverri ikki eydnast In.fo at fáa viðmerking frá Føroya Pedagogfelag til avgerðina hjá Fasta Gerðarrættinum, sum gongur fakfelagnum ímóti.

 

Tískil vita vit heldur, hvussu verður við fráboðaðu tiltøkunum, sum ætlandi skuldu byrja í morgin, leygardagin klokkan 08. Hesi tiltøk skuldu fevna um allar limir felagsins, sum starvast hjá Almannaverkinum og hjá sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum.

 

- Vit herða tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara og ikki vilja føra veruligar samráðingar, segði felagið um hesa avgerð.

 

Men, í kvøld hevur so Fasti Gerðarrætturin tikið avgerð um, at júst hesi tiltøk, sum Føroya Pedagogfelag hevði fráboðað at koma í gildi í morgin klokkan 08, ikki eru heimilað. Tí er spurningurin, hvat nú fer at henda, og hvussu felagið lesur sagda dómin í Fasta Gerðarrættinum.

 

Seinasta: Í fráboðan í kvøld vísir Føroya Pedagogfelag á, at áður fráboðaða verkfallið í morgin er avlýst, tí Fasti Gerðarrætturin hevur ógildað verkfallið.

 

- Hóast viðhald í, at krøvini um undantøk hjá Almannaverkinum ikki skuldi gangast á møti, so var úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti kortini, at undantøk skulu fráboðast í samband við verkfall, sigur Føroya Pedagogfelagið, sum tískil hevur avlýst ætlaðu tiltøkini í morgin.