Hvat skal barnið duga, áðrenn tað byrjar í skúlanum?

Allan Mortensen, námsfrøðingur í skúlastovuni Løkin á Dagstovninum Birkilund.
----
Ein áhugaverdur spurningur.
Summi duga at lesa sum 6 ára gomul, onnur hava torført við at skriva navnið hjá sær rætt. Summi duga at plussa, minussa, falda og deila, onnur klára at telja uppí 10. Summi kenna nógvar fuglar, summi duga at klatra, summi duga at finna maðkar...... Børn eru so ymisk, líka mikið um tey eru á dagstovni, í skúlastovu, í forskúla ella hvar tað so skal vera. So stutta svarið á spurningin “Hvat skal barnið duga, áðrenn tað byrjar í skúlanum?” man vera einki, fólkaskúlin er fyri øll.
Spurningurin um hvat er besta loysnin fyri 6 ára gomlu børnini hevur verið frammi í eini tíð nú, og tað er at gleðast um, at fleiri tykast at vera áhugaði í evninum. Sjálvur starvist eg í einari “skúlastovu” á einum dagstovni. Tað vil siga á einari stovu við børnum í forskúlaaldri. Næstan allir dagstovnar hava eina serstaka skipan fyri teimum 6 ára gomlu børnunum, og tað er av tí einføldu orsøk, at tey meina at hesi børnini hava brúk fyri nøkrum øðrum enn tey yngru børnini.
Tey hava ikki hesar skipanir, tí tey hava tað barnaáskoðan at børn eru at líkna við tóm kør, ið skulu fyllast av teimum vaksnu. Tað meti eg heldur ikki at áskoðanin hjá teimum ið ganga inn fyri forskúla er, so hvussu so er ikki øllum. Mín fatan er heldur ikki at tað er barnaáskoðanin hjá teimum flestu lærarunum í fólkaskúlanum.
Skulu tey 6 ára gomlu børnini so vera í einari vanligari stovu á dagstovni, vera í einari stovu fyri seg á einum dagstovni ella fara í forskúla?
Eitt sum hevur týdning í hesum sambandi er, hvat tað er fyri barn vit tosa um. Sum áður nevnt, so eru øll børn ymisk, hava ymisk áhugamál og ymiskar førleikar, og hava tískil eisini ymiskar tørvir. Tað sum er best fyri eitt barn, er ikki neyðturviligani best fyri øll børn.
Tað eru fleiri aspektir. Er á staðnum eitt rørsluliga stimbrandi umhvørvi? Er eitt uttanumøki sum gevur hóskandi avbjóðingar? Stimbrar umhvørvið menningina hjá børnunum? Hava børnini møguleika til at brúka sínar kjarnuførleikar? Hava børnini møguleika at fordjúpa seg, at koma í flow? Hava tey møguleika fyri ávirka sín gerandisdag? Har er nógv at hugsa um.
Tað eru vit, námsføðingar ella lærarar, ið skapa umhvørvið børnini eru í. Á dagstovnum og skúlum eru tað vit ið skapa rúmið børnini ferðast í. Vit hava ávirkan á hvørjar møguleikar børnini hava at menna seg í teimum ymisku førleikunum. Vit hava ávirkan á hvørji sansainntrykk børnini fáa, vit hava ávirkan á hvørjar møguleikar børnini hava at ogna sær vitan, og hvørja vitan. Vit hava ávirkan á hvønn møguleika børnini hava at royna seg í ymiskum sum tey hava áhuga í. Sjálvsagt er tað eisini okkara uppgáva at víðka sjónaðarringin hjá børnunum, so tey fáa størri møguleika fyri at ogna sær vitan um nýggj øki har tey kunnu brúka sítt hugflog og menna sín kreativitet.
Ein av avbjóðingunum hjá okkum øllum, sum eru um hesi børnini, er at lata tey varveita sín ymiskleika, børn eru ymisk, og tað skulu tey sleppa at verða. Vit mugu lata tey varðveita sítt forvitni og geva teimum hóskandi avbjóðingar, soleiðis at tey kunnu menna seg .
Líkamikið um tað er á einum dagstovni, í einari skúlastovu sum okkara, ella í einum forskúla, so er tað sum hevur størstan týdning, teir persónligu eginleikarnir hjá teimum ið starvast á staðnum. Líkamikið um tað er eitt hjálparfólk, ein lærari ella ein námsfrøðingur sum er um børnini, so eru tað persónligu eginleikarnir hjá viðkomandi, ið er altavgerandi fyri hvussu børnini trívast, og harvið eisini mennast.
Hvussu síggja vit sum starvsfólk børnini? Síggja vit tey sum sjálvstøðug, initiativrík og við nógvum ymiskum førleikum? Duga vit at fáa børnini at kenna seg sæddan, hoyrdan, skiltan og tiknan alvorligt? Duga vit at fylgja stigunum, ið hvørt einstakt barn tekur?
Vónandi finna vit eitt felags stev, tað sum umræður er at síggja møguleikarnar í staðin fyri forðingarnar. Og spurningurin má væl verða, hvat er best fyri 6 ára gamla barnið?