Hvat skulu vit brúka íslendskt og grønlendskt til í fólkaskúlanum?

Skjótt broytist í almenna føroyska kjakinum. Tað eru minni enn tvey ár síðani, at eitt lesarabræv stóð í bløðunum, har mælt var til at styrkja um undirvísingina í enskum í føroyska fólkaskúlanum, og hetta skuldi, ikki óvæntað, gerast við at minka um undirvísingina í donskum. Nú skuldi føroyski skúlin veruliga fara undir at klekja alheimsgjørdar heimsborgarar til altjóða pallinum, sum tað eitur so fínt.

Helgi Abrahamsen

Beinanvegin var alt á gosi. Í lesarabrøvum, í útvarpssendingum og á kjaksíðum á alnótini, gjørdu fólk dúgliga vart við, at tað var ikki nóg mikið, at vit fingu meira av enskum, men høvið skuldi sjálvsagt eisini nýtast til at avmarka undirvísingina í donskum. Av eini ella aðrari orsøk verða hesi bæði málini altíð sett uppímóti hvørjum øðrum. Skal annað hava meira pláss á tímatalvuni, so skal tað ganga útyvir hitt, tí plássið er avmarkað.
Satt at siga sá tað út sum, at tað fyri summi hevði nógv størri týdning at fáa danskt út úr skúlanum, enn tað hevði at fáa meira av enskum inn.
Úrslitið av kjakinum gjørdist, at byrjanin til enskundirvísingina varð flutt úr 5. flokki niður í 4. flokk, men dansktundirvísingin varð tó óbroytt.

Pisa
Í vár hendi so tað, at úrslitið av eini Pisa undankanning av føroyska fólkaskúlanum varð almannakunngjørt. Úrslitið gav eina greiða ábending um, at skipanin av undirvísingini má takast í størsta álvara, og at pláss er ikki til fjant og fjas á tímatalvuni.
Og aftur vóru øll á gosi í lesarabrøvum, í útvarpssendingum og á kjaksíðum. Her mátti nakað gerast, fyri at styrkja um undirvísingina í fólkaskúlanum og tað í stundini.

Grønlendskt og íslendskt
Men nú er knappliga fullkomiliga vent í holuni, tí nú sær út til at vera ríkiligt av plássi á tímatalvuni. Í farnu viku trein ein grønlendskur politikari fram í útvarpinum og boðaði frá, at føroysk børn skulu læra bæði íslendskt og grønlendskt í fólkaskúlanum. Hetta hendir minni enn tvey ár eftir, at fleiri vildu vera við, at vit høvdu hvørki tíð, ráð ella orku til bæði danskt og enskt, og smáar fýra mánaðir eftir, at vit fingu tað skelkandi úrslitið av Pisa undankanningini.
Dreymurin um alheimsgjørdar heimsborgarar til altjóða pallin man ikki vera so spennandi longur, tí nú verða føroysk skúlabørn biðin um at venda nøsini í ein útnyrðing (burtur frá Evropa og altjóðagerini, og nærri útjaðaranum og avbyrgingini). Einasta grundgevingin er, at vit hava so nógv til felags við okkara grannar fyri vestan.
Og meðan vit hoyra hesi tíðindini í útvarpinum, skiftast skúlastjórar um at koma á sjónvarpsskermin fyri at undirstrika, at játtanin til fólkaskúlan er ov lítil, til at seinførir næmingar kunnu fáa tann stuðul, sum teir sambært lógini hava rætt til.

Í lagi við mentan og søgu
Eg havi als einki ímóti, at føroysk skúlabørn læra um norðurlendska mentan og søgu, og júst á tí økinum hevur dansktundirvísingin verið okkara størsti fongur, tí við henni eru vit før fyri at skilja bæði danskt, norskt og svenskt, og harvið hava vit atgongd til eina ørgrynnu av norðurlendskari mentan. Á hesum øki hava íslendingar, eftir mínum tykki, valt ta skeivu leiðina, við tað at teir hava isolerað seg í útnorðri. Vit eiga so avgjørt ikki at fylgja teimum í hesum.

Krevur nógv
Onkur kann siga, at í fyrstu syftu er ætlanin um frálæru í íslendskum og grønlendskum ikki so umfatandi, men hetta kann skjótt gerast rættiliga orkukrevjandi, um vit bæði skulu hava læribøkur og serútbúnar lærarar til hesi fakini. Sum er munnu tað vera sera fáir lærarar, ið seta seg førar fyri at undirvísa í grønlendskum.

Visjónin
Tað er altíð gott at hava mál og visjónir. Í 2002 var málið, at tann góði skúlin skuldi vera besti skúli um okkara leiðir í 2007. - Tað sær ikki út til at fara at halda, (um vit skulu trúgva Pisa undankanningini). Nú verður tosað um Visjón 2015, har eitt av málunum fyri fólkaskúlan ljóðar soleiðis: Hann skal tryggja, at tey ungu gerast før fyri at útbúgva seg víðari soleiðis, at tey kunnu liva og virka í einum alsamt meira altjóðagjørdum heimi.
Er hetta málið, so lat tað vera málið!