Alt gott um tað, men tað kan ikki verða meiningin, at ein skal sita og krympa tærnar av nógvum av tí sum er skrivað.
Onkur í vinnuni hevur dytta sær at muta ímóti, men tær meiningarnar eru ofta skúgvaðar til viks. Teir flestu sum eru í vinnuni, eru úti har sum tilfongið er , kenna sítt abreiðspláss bæði frá góðum og ringum tíðum, kenna hvønn kant ,hvørja helling og eru veruliga á heimabeiti á havinum. Hesir serfrøðingarnir standa mangan og undrast yvir tað sum fer fram undir vatnskorpuni, men soleiðis er náttúran og tá ein livir so tætt í skapanarverkinum góðtekur ein eisini at so er, teir koma ikki við longum frágreiðingum um fyribrygdi sum vit ikki skilja. Menn sum hava brúkt alt lívið í fiskiskapi mugu metast at verða serfrøðingar og sjálvandi skal lurtast eftir teimum.
Orrustan um fiskidagarnar er av á hesum sinni, og nú er so endiliga friður á váli aftur , men hetta er bara til næsta ár, tá alt fer at endurtaka seg.
Vit sum vóru í Løgtinginum og fylgdu við viðgerðini av fiskidøgunum, eru ikki vorðnir bjartskygdari. Um hetta verður gongdin framyvir sær ikki gott út. Hvør ferð at fíggja eina so óstabilt stýrda vinnu, hvat sigur unga fólkið sum fylgir við, fara tey at satsa framtíðina í vinnuni.
Lat okkum bara verða erligar og ásanna at hetta kan ikki halda fram, her mugu allir sum varða av seta seg saman at eftirmeta og síðani seta útí kortið, her má snøgt sagt ein tjóðarsemja til, vit kunnu ikki bara lata standa til.
Spurningurin er um politikkarnir ikki skullu haldast uttanfyri, tað sær út til at tá teir teir koma uppí leikin, verður fløkjan bara uppaftur størri og nú hava teir rykt alt so saman at nú má knívur á.
Tí var tað av sonnum ein lætti at koma til Klaksvíkar nú Sjómannadagurin var beint aftaná uppgangin í Løgtinginum. Fiskaríministarin var ikki at kenna aftur, mól rundanum fiskidagarnar sum veruliga eru stridens æble ,tá hann røddi um lakkskógvar og velafrakkarnar í Havn
Hetta tiltakið sum tit í Klaksvíkini hava gjørt, hevur nógv størri týdning fyri vinnuna enn tit droyma um, hetta festir seg í sinni og tey sum ikki hava kunnleika til sjógvin fingu, eitt gott upplivilsi.
At ganga har framvið gomlu sluppunum fekk hugin at reika aftur til tað ófatuliga stríð og strev okkara forfedrar høvdu. Og so sóu vit nútíðina hinumegin vánna umboðaða av nýmótans stásiligum skipum, jú sanniliga hevur framburður verið her á landi og hetta kemur bara av einum ágrýtnum og røskum fólki.
Øll tiltøkini vóru sera væl fyriskipaði, har sóu vit hesar ungu garparnar kappast í egning, trolbøting og øllum hinum kynstrunum sum teir eru blivnir serfrøðingar í, hetta vóru umboðini sum eru sjálv tjarnan í vinnuni. Tað sum vit sóu í kappingunum kann ikki lærast úr bókum, tað er bert í lívsins skúla í skúrinum, við rulluna,við snelluna, á troldekkinum, afturi í slippuni og mangan undir høvd í ísakøldum sjógvi.
Tað er gott at skipað er so fyri at øll nú kunnu fáa ein lítlan færra av vitan um vinnuna við at síggja við egnum eygum hvat tað er teir fáast við og at teir kunnu vísa hvat teir duga. Tað hevði verið upplagt hjá skúlaklassum at vitja Sjómannadagin og sæð kynstrið.
Svartskygnið úr Løgtinginum lætti tá vit sóu fiskassarnar við livandi fiskum, har hingu ungir alvar á búkinum við uppbrotnum ermum og krámaðu niður í vatnið eftir toskunum sum har svumu- veiðimannangenið fornoktar seg ikki, og Gud havi lov fyri tað.
Sjómannadagurin er komin fyri at verða og umhvørvið har á Stongunum í okkara fremsta fiskivinnubýi er frálíkt, ja finst ikki betur her á landi. Skilliga sást at fyrireikarnir hava gjørt eitt megnar arbeiði og takk skullu tit hava fyri tað, allir norðingar kunnu verða stoltir av Sjómannadegnum.
At so Klaksvíkin eisini fyllti 100 ár gjørdi dagin uppaftur tignarligari, tillukku Klaksvík.