3000 kr í skattalætta? Tað verða 33 milliónir, takk!
1% skattalætta – ella 33 milliónir til børn og eldri?
Havnarfólk velja ikki 3000 kr fram um 33 milliónir!
Trýogtredivu milliónir! Árliga! Tað fer tað at kosta, um vit Havnarfólk skulu hava 1% í skattalætta.
Eru hesir pengarnir ikki betri brúktir á dagstovnunum? So børnini til dømis kunnu fáa blæur, frukt ella heitan mat av og á? So vit foreldur sleppa undan at fara upp á hálvari nátt at smyrja matpakkar? Og so børnini kunnu fáa góðar stovnar, uttan at leiðararnir noyðast at brúka reyð tøl?
Ella kundu ellisheimini ikki kanska brúkt 33 milliónir? So starvsfólkini kunnu fáa fleiri fólk afturat sær? So okkara gomlu ikki noyðast at liggja og gálva í songini til middags, tí eingin hevur stundir at taka tey upp, tíansheldur práta við tey ella fara ein túr við teimum?
Er tað ikki betri at spræna 33 milliónir út í tey økini, har pengar mangla, heldur enn at geva hvørjum miðalhampa havnarfólki einar 3000 krónur meiri árliga? Tað verða jú bara til 250 kr um mánaðin! Tað er ikki meir enn máltíð í City, ein túrur í bio við damuni og stórari popcornmenu ella einar tvær konsertir á Reinsarínum.
Eg eri ikki nakað roknigeni, men so mikið veit eg, at vit altso fáa munandi meiri fyri 33 milliónir enn fyri 3000 kr.
Eg veit, at Havnarfólk einki hava ímóti at rinda skatt, um pengarnir verða brúktir bara nøkulunda fornuftigt. Um teir koma borgarunum til góðar. Og um teir gera gerandisdagin hjá okkum betri.
Man má kunna forlanga eitt minimum av skili í val-galskapinum. Sjálvt um »skattalætti« kanska klingar væl, so eru Havnarfólk altso ikki so býtt, at tey keypa sær 250 kr meiri um mánaðin – og lata 33 milliónir afturfyri.
Vel Eigil Olsen
Ein vanligan havnarmann, sum heldur, at hesar 33 milliónirnar skulu brúkast til børn og eldri!