Hví stríðast tey?

Samráðingarnar vóru harðar - partarnir sótu ein mánað í semingsstovninum

Tað stóra stríðið í samráðingunum var arbeiðstíðin, har arbeiðsgevararnir vildu hava størri fleksibilitet og ráða fríari yvir arbeiðstíðini, enn teir kunnu í dag. Herumframt vildu arbeiðsgevararnir innan fyri ídnaðin sum útgangspunkt ikki geva nakra lønarhækking yvirhøvur. Sum grundgeving var tann harða kappingin við útlondindi - serliga Týskland.

Krøvini hjá fakfeløgunum vóru umframt hægri minstuløn eisini akkord o.l., longri frítíð. Hon er fimm vikur nú. Fakfeløgini vildu hava ?hol á? tað sættu frívikuna. Men her søgdu arbeiðsgevararnir korta nei. Herumframt var kravið hjá fakfeløgunum betri viðurskifti fyri tey sum arbeiða á skiftiliðum, hægri gjald til pensión og hægri løn við barnsburð.


Ídnaðar-umráðið fyrst

Strategiin hjá arbeiðsgevarunum var, at ídnaðurin skuldi samráðast fyrst, tí at tað er ídnaðurin, sum verður mest ávirkaður av kappingini frá øðrum londum og tí merkir eina lønarhækking mest. Byggiídnaðurin kappast til dømis ikki á sama hátt við útlondini og kan tí lættari lata prísirnar hækka í takt við lønarhækkingarnar.

Tá partarnir innanfyri ídnaðin ikki kundu semjast fyrr enn í síðstu løtu merkti tað, at hini umráðini sum bygging, transport o.s.fr. næstan onga tíð høvdu at samráðast í.


Mynstrið í samráðingunum broytt

Ein avgerandi orsøk til trupulleikarnar í samráðingunum eru broytingarnar í samráðingar-mynstrinum. Fyrr samráddust LO og DA um øll viðurskifti - bæði løn, frítíð o.s.fr. Tær sokallaðu centralu samráðingarnar.

Nú eru tað alt fleiri bólkar, sum føra lønarsamráðingarnar beinleiðis við arbeiðsgevaran á tí einstaka arbeiðsplássinum. Tær sokallaðu decentralu samráðingarnar.

Nú eru samráðingar centralt um minstuløn, lærlingaløn, pensión, frítíð o.s.fr. meðan tær vanligu lønarsamráðingarnar eru desentralar. Tað gevur eitt annað samráðingar-mynstir.


Pensiónsgjaldið innan dragnað aftaúr

Undir samráðingunum fyri trimum árum síðani var strategiin hjá arbeiðsgevarunum eisini, at ídnaðurnin skuldi samráðast fyrst og leggja linjurnar fyri hinum umráðunum. Tað endaði við, at teir samdust um ein trý-ára sáttmála ístaðin fyri teir vanligu tvey-ára sáttmálarnar.

Men samanhaldið millum arbeiðsgevararnar helt ikki sum avtala. Transport og byggiumráðið samdust um tvey-ára sáttmálar og samráðingarnar fóru so at siga út úr takt.

Fyri einum ári síðani samdust byggi- og transportumráðið so um eitt-ára sáttmálar, so at samráðingarnar aftur komu í takt. Men tað bar við sær, at ídnaðar-umráðið dragnaði afturúr við pensiónsgjaldinum og skuldi tí innheinta tað undir hesum samráðingunum. Tað var eisini ein av trupulleikunum í samráðingunum.


Longri frítíð?

Nú stendur stríðið millum LO og DA um hvørt LO kan fáa DA at geva tveir ekstra frídagar umframt tað sum er í gomlu semjuni. Tað hevur DA higartil sagt nei til. Teir vilja taka útreiðslurnar til tveir frídagar frá semingsuppskotinum, t.d. pensiónsgjaldinum. Men tað sigur LO nei til. So í skrivandi stund samráðast partarnir júst um henda spurningin.