Tjóðveldisflokkurin vil ikki, at Føroyar skulu byggjast oman á húðaskógvamentanina, men flokkurin vil, at føroyska mentanin, sum í øldir hevur verið grundvøllurin hjá fólkinum, skal varðveitast og mennast. Tað er lítið at ivast í, at tað er málið, bæði í talu og skrift, sum er mesta orsøkin til, at vit framvegis eru føroyingar. Og tað er at meta sum eitt rættiligt bragd, at føroyingurin gjøgnum tíðirnar hevur megnað at skapa og varðveitt hetta mál. Tá hugsað verður um tær umstøður, føroyingurin hevur havt til at gera hetta. Skúlar og skúlagongd hevur verið niðurløgd, tað hevur verið bannað at nýta føroyska málið í undirvísingini í fólkaskúlanum, og føroyingurin hevur annars ikki havt umstøður og stundir til at lívga um málið. Og við málinum er tað so ómetaliga nógv annað, sum verður tilevnað og varðveitt. Málið er stutt sagt nervin í mentan okkara.
Tosið við børnini
Spurningurin er so hvussu vit varðveita mentan og ikki minst mál okkara. Tí ágangurin uttan ífrá er nógvur og støðugur. Og tíverri er helst soleiðis, at í nógvum føroyskum heimum verður so at siga bert borðreitt við útlendskum boðskapum og vendingum - og er tað gjøgnum sjónvarpið.
Var so heppin nú ein dagin at vera hjástaddur, meðan tveir kendir mentamenn tosaðu um málið og umstøður tess. Nógv skilagóð orð fullu, men tað eg hefti meg mest við, var at annar teirra segði, at tað kennist á børnum og ungum í dag, at foreldrini hava ikki tosað við børn síni í umleið 20 ár. Børn tosa ikki longur eitt mál, sum tey hava hoyrt foreldrini tosað. Børn tosa ógvuliga líkt í dag, og stavar hetta frá tí tey hoyra og síggja í t.d. sjónvarpinum.
Tað at orðavalið og tosingarlagið hjá børnunum stavar frá ofta einkisigandi sjónvarpssendingum, eigur at vera mett sum ein hóttan og forðing í mun til møguleikarnar at varveita og menna føroysku mentanina. Tí fer mál okkara fyrst av lagi og kanska dettur sundur eisini, so er so skjótt, at sjálv mentanin fer sama veg.
Tí eiga vit foreldur at taka í egnan barm, og vit eiga at gera okkara til, at børnini aftur fara at tosa eitt mál, sum hevur sínar røtur í føroyskum og føroyska dagligdegnum. Og besti hátturin at gera hetta uppá, er at tosa við børnini um føroysk viðurskifti. Um stórt og smátt og annars alt tað, sum fyriferst í landi okkara. Tá verður tað av sær sjálvum, at ein fer at tosa føroyskt við føroyskum orðum. Og tað fara børnini eisini at gera.
Varðveita vit mál og mentan, varðveita vit eisini føroysku tjóðina.