Hvidbjørnen er nú givin at jagstra franska trolaran. Franski skiparin er skuldsettur fyri ólógligan fiskiskap. Um trý-tíðina kom Bruix inn um bretska 12 fjórðinga markið, og Hvidbjørnen gavst tá at sigla aftan á trolaranum.
Skiparin á Bruix hevur sagt, at hann ætlar sær til Ullapool í Skotlandi, hagar skipið ætlandi kemur seinni í dag. Marinustøðin sigur, at skotska fiskiveiðieftirlitið fer at halda eyga við trolaranum.
Skiparin á Bruix er skuldsettur fyri ólógligan fiskiskap í føroyskum sjógvi. Løgreglan í Føroyum tekur sær av málinum í samstarvi við avvarðandi myndugleikar í Skotlandi, Fraklandi og Danmark, sigur Marinustøðin.