Hvidbjørnen útsett tunnusláttur orsakað av uppgávum fyri Arktisk Kommando

Í morgun fingu vit boð frá Arktisk Kommando, at HDMS Hvidbjørnen tíverri brádliga noyddist at luttaka í øðrum uppgávum fyri donsku sjóverjuna, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

 

Vanligt er, at skipað verður fyri tunnusláttri umborð á Hvidbjørnen, tá skipið hesa ársins tíð liggur við bryggju á Tvøroyri.

 

Manningin harmast um at noyðast at broyta siðvenjuna, ið ikki minst manningin gongur høgt uppí. Tí verður arbeitt við at finna ein annan dag, har verjuskipið kann leggja at havnini á Tvøroyri, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

Ongin tunnusláttur verður sostatt á Hvidbjørnen nú sunnudagin 15. februar.