Hvidovre hevur bjargað sær

Men tað er framvegis óvist, hvar Óli Johannesen fer at spæla, tá donsku fótbóltsspælararnir fara at koma aftur úr summarfrí

DANMARK

Nú er tað greitt, at tað verða Farum og Køge, sum fara at loysa Vejle og Lyngby av í superliguni. Fyrsta umfarið verður á skránni á ólavsøku.
Tað er eisini greitt, at Hvidovre, sum hevur Óla Johannesen á liðnum, fer at halda fram í næstbestu deildini. Størsta partin av kappingarárinum hava teir stríðst fyri at sleppa undan niðurflytingini, og nú er tað eydnast teimum. Sjálvt um teir sunnudagin taptu 3?1 ímóti Brønshøj, sum hevur kent niðurflytingar eldin brenna undir sær.
Úrslitið á Tingbjerg stadion, sum er heimavøllurin hjá Brønshøj, var sera óvæntað. Men ofta vísir tað seg soleiðis, at lið, sum rættuliga kenna seg hava ryggin ímóti múrinum, megna tað, sum eingin hevði roknað við ? og tað av eyðsýndum orsøkum.
Eitt annað dømi um júst hetta var dysturin í Farum sunnudagin. Heimaliðið, sum hóast stóran turbolens kring felagið og í kommununi sum heild, langt síðani hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini komandi kappingarár, hevði vitjan av B93, sum hevur havt afturpartin í vatnskorpuni alt kappingarárið. Hesa ferð megnaði B93 tað, sum yvirhøvur eingin hevði roknað við. Úrslitið var 1?0 til gestirnar av Eysturbrúgv, og tað hevur við sær, at B93 ivaleyst sleppur at halda fram í næstbestu deildini.
Preben Elkjær er millum teirra, sum hava sett pengar í B93. Hann er tætt uppat Flemming Østergaard, sum er høvuðsmaðurin í FCK. B93 skal ivaleyst vera klekingarstøð fyri møguligar spælarar til FCK. Tað hevði verið óheppið, um flaggskipið í felagnum hevði dottið niður í triðju deildina, men nú verður tað helst av ongum.
Komandi sunnudag skal B93 spæla ímóti Brønshøj. Um dysturin endar við javnleiki, so sleppa bæði liðini heilt víst undan niðurflyting. Tað kundi boða frá málleysum javnleiki!
Herfølge hevur rættuliga havt undanvind síðstu nógvu umførini. Hesa ferð høvdu teir vitjan av langt síðani niðurflutta Skive, sum varð sent til hús við 8?0 tapi í viðførinum.
Hitt liðið í Køge kommunu, Køge Boldklub, vann 2?0 í Sønderborg ímóti HFK Sønderjylland, sum hevði ætlað sær annað uppflytingarplássið, men nú verður tað av ongum, tí Køge flytir upp.
Fredericia og Johan B. Hansen høvdu vitjan av grannunum úr Odense. B1913 fór um aftur brúnna um Lítlabelt við einum stigi. Úrslitið var 3?3, og harvið er púra greitt, at Fredericia ikki flytir niður.
Randers Freja vann heimadystin ímóti grannunum úr Horsens við 2?1. Húsagangurin verður av ongum, og Randers Freja fer at halda fram í næstbestu deildini.
FC Aarhus hevur fingið fyrrverandi stórspælaran Flemming Povlsen sum oddamann, hevur stórar ætlanir. Teir hava bjóðað Manchester United at spæla í Aarhus í august, og tað gongst teimum væl í næstbestu deildini. Um teir fara at megna at koppa AGF ? barndómsfelagið hjá Flemming Povlsen av fótbóltstrúnuni í Århus ? er kortini ein annar spurningur.
Sunnudagin hevði FC Aarhus vitjan av Kolding, sum er á veg úr næstbestu deildini. Úrslitið var 2?0 til heimaliðið.