Hvítu Húsini deila Valentine kort við korti yvir Grønland

Hvítu Húsini hava deilt eina mynd, sum avmyndar eitt valentinskort við Grønlandi innrammað við einum hjarta.

Hvítu Húsini í USA hava deilt eina mynd, sum eftir øllum at døma avmyndar eitt valentinskort við einum korti yvir Grønland innrammað við einum hjarta.

Hetta er gjørt í einum uppslagi á X-profilinum hjá Hvítu Húsunum.

– Tað er tíð uppá, at vit definera okkara "situationship", stendur á kortinum, sum er ljósareytt.

Undir Grønlandskortinum stendur "on" og "off". Teigarnir eru tó tómir.

Eitt "situationship" er eitt romantiskt ella kynsligt samband millum tvey fólk, sum ikki eru í parlag.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, nevndi Grønland fríggjadagin, tá hann tosaði við pressuna framman fyri Hvítu Húsunum.

– Eg haldi, at Grønland fer at vilja hava okkum, men vit hava tað øgiliga gott við Evropa. Vit fáa at síggja, hvussu alt endar. Vit samráðast um Grønland beint nú, segði forsetin.

Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA hevur brúk fyri at fáa ognarrætt til Grønland.

Tað er valentinsmessudagur í dag 14. februar.

Hvítu Húsini deila tilsamans fýra myndir í uppslagnum.

Millum teirra er ein reyð mynd, sum eisini líkist einum Valentine's korti.

– Tú hevur fangað hjarta mítt, stendur.

Á kortinum sæst ein mynd av Nicolas Maduro - nú frákoyrda venesuelanska forsetanum - í fangaskapi. Hann varð koyrdur frá av amerikanska herinum fyrst í árinum.

Tað er sama mynd, sum Trump deildi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, beint eftir at Maduro varð tikin.

Á myndini sæst Maduro umborð á amerikanska hernaðarskipinum "Iwo Jima". Hann er í gráari rennidrakt við bindi fyri eyguni. Hann hevur eisini oyraproppar og heldur í eini vatnfløsku.

Ein triðja mynd, sum Hvítu Húsini deila, vísir Trump halda uppá eina undirskrivaða fyrisitingarskipan í Oval Office.

– Kunngerð nummar 4547, tú ert mín "valentine", stendur har.

Eitt fjórða kort vísir, at demokratiski senatorurin Chris Van Hollen fyrst í apríl í fjør hitti Kilmar Abrego Garcia, sum av órøttum varð útvístur úr USA til El Salvador mánaðin fyri.

Teir báðir eru innrammaðir av einum hjarta.

– Mín kærleiki til tykkum er eins stórur og kærleikin hjá demokratunum til ólógligar tilflytarar, stendur á kortinum, sum er blátt.

– Eg vildi flogið 2.400 kilometrar fyri at fáa mær ein drekkamunn saman við tær!

Hetta tykist at vera ein tilvísing til ferðina hjá Chris Van Hollen til El Salvador.

 

##med2##

##med3##

 

##med4##

 

/Ritzau/