Hvør gevur Føroyum mest umrøðu?

– Er vitjanin hjá Fríðriki krúnprinsi meira verd enn vitjanin hjá eini 20 ára gomlari svenskari gentu - ella hjá krúnprinsurin í Dubai?

– Er vitjanin hjá Fríðriki krúnprinsi meira verd enn vitjanin hjá eini 20 ára gomlari svenskari gentu - ella hjá krúnprinsurin í Dubai?

 

Í síðstu viku varð nógv gjørt burtur úr kongaligu vitjanini úr Danmark, tá Fríðrikur krúnprinsur við húski vitjaði í Føroyum. Krúnprinsafamiljan er væl umtókt í Danmark eins og í Føroyum.

 

Myndugleikarnir við løgmanni, ríkisumboðskonu, løgreglu og nógvum øðrum hava staðið á høvdinum fyri, at alt skuldi eydnast so væl. Løgreglan ansaði væl eftir, at eingin kom í vegin. Vegir vórðu stongdir, og har tað bar til í havnargøtum varð koyrt øvugtan veg gjøgnum einsrættaðar gøtur, so eingin skuldi vera í iva um, at vit høvdu fína vitjan.

 

Fyrr í summar vitjaði ein svensk 20 ára gomul genta, sum er víðagitin. Hon eitur Zara Larsson, og hon var høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í Klaksvík fyrr í mánaðinum.

 

Og áðrenn tað vitjaði ein annar prinsur. Tað var Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, sum vanliga nevnur seg »Fazza«, úr Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum var her sjálvboðin á privatari vitjan.

 

Ikki var nógv hóvasták gjørt burtur úr fyrru vitjanunum. Sjálvt um Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum kom við egnum flogfari – vistnokk tað einasta í flotanum hjá kongshúsinum í Dubai, sum var so lítið, at tað kundi lenda í Vágum.

 

Eingin útlendsk tíðindafólk vóru við – hvørki Zaru Larsson ella Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum. Og føroysku tíðindafólkini kendu valla hesar gestir nóg væl til tess at geva teimum ta miðlaumrøðu, sum tey kanska áttu at havt fingið.

 

Sjálvsagt verður nógv gjørt burtur úr eini vitjan hjá danska kongshúsinum í Føroyum. Og sjávlsagt koma nógv donsk og onnur útlendsk tíðindafólk hendavegin í slíkum føri. Tí miðlarnir renna altíð aftan á teimum kongaligu.

 

Men spuringurin er, um fólkið heldur tað sama sum myndugleikar og fjølmiðlar?

 

Vit hava gjørt eina lítla roynd at máta hetta. Hon er ikki vísindalig, men tó áhugaverd:

 

– Vit hava kannað Instagram.

 

Danska kongshúsið er á Instagram, og nógvar myndir vórðu lagdar út á Instagram frá ferðini hjá krúnprinsafamiljuni í Føroyum.

 

Danska kongshúsið hevur 231.000 fylgjarar á Instagram. Vit taka eina tilvildarliga mynd av krúnsprinsahjúnunum, sum tey hava lagt á Instagram. Myndin er tikin í Bø, og 15.756 fólk hava »dámt« hana. T. v. s. at tey hava trýst á »like« knøttin, helst tí teimum dámdu myndina.

 

Ein onnur mynd er av krúnprinsafeðgunum á Tórsvølli til steypafinaluna. Hana hava 14.768 »dámt«. So er ein í Hattavík, sum 31.491 hava dámt og ein av krúnrpinsabørnunum um borð á Dannebrog, sum 34.519 hava dámt.

 

Taka vit so ta 20 ára gomlu svensku gentuna, Zaru Larsson, sum var á Summar Festivalinum, so hevur hon ikki færri enn 5.100.000, ja 5,1 milliónir, fylgjarar. Tað vil siga einar 23 ferðir so nógvar fylgjarar, sum danska kongshúsið.

 

Taka vit so eina tilvildarliga mynd av henni í føroysku náttúruni, sum hon hevur lagt á Instagram, myndin er tikin uttan fyri matstovuna Koks frammi við Gjónna, við Leynavatni í baksýni, so hava 229.673 »dámt« myndina. Tað vil siga, at líka nógv, sum til samans fylgja danska kongshúsinum hava dámt eina tilvildarliga mynd av Zaru Larsson úr Føroyum.

 

Fara vit so til Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, ella Fazza, sum vitjaði her í juni, so hevur hann ikki færri enn 6,5 milliónir fylgjarar á Instagram. Hann hevur eisini lagt myndir á Instagram úr Føroyum – til dømis eina, har hann tekur selfie av sær sjávlum í Gásadali við Múlafossi í bakgrundini. Ta myndina hava ikki færri enn 218.158 fólk »dámt«.

 

Eina aðra mynd, har hann er undir Vestmannabjørgunum, hava 260.321 fólk »dámt«.

 

Marknaðarføring er so nógv. Tað er uttan iva marknaðarføring av Føroyum í Danmark og kanska í onkrum øðrum landi við, at danska kongshúskið vitjar í Føroyum. Men vit mugu ikki gloyma, hvussu stóran týdning onnur fólk hava – sum føroyingar valla geva gætur, at tey eru her.

 

Visit Faroe Island plagar at máta umtalu í útlenskum miðlum í umroknaðum lýsingarvirði. Áhugavert hevði verið at sæð eina útrokning av lýsingarvirðinum hjá hesum summargestum okkara, sum vit hava umrøtt omanfyri.

 

Danska konshúsið á instagram:

detdanskekongehus

 

Zara Larsson á Instagram:

zaralarsson

 

Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum:

Faz3