Hvør gloymdi hetta borðið í haganum?

» – Onkur kraftidiotur hevur blakað hetta óruddið suðuri við vatnbtunnarnar, har fransakeldanrennur í. Hetta er ov vánaligt.«

 

Soleiðis skrivar ein argur argjamaður á Facebook. Hann var ein túr suðuri í haganum á Argjum gjáramorgunin. Talan er um urtagarðsórudd, greinar og eitt sofaborð, sum onkur hevur blakað í náttúrna.

 

Hóast tænastustøðið hjá brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu ikki hevur verið á nøktandi støði, síðani skaði kom á støðina av eldi fyri góðum mánaði síðani, so er tað tó eingin umbering fyri at blakað órudd út í náttúruna.

 

Onkur kennir kanska hetta borðið – og greinarnar við og kann minna eigaran á, at hann eigur at fara suðuraftur til Fransakelduna, fylla óruddið í bilin, og koyra tað niðan á Brennistøðina á Sandvíkarhjalla, sum hevur opið páskaaftan frá klokkan 10-17!