Hvørki B36 ella HB fara at spæla á ólavsøku

B36 og Víkingur fara á ólavsøku at spæla á útivølli í Europa Conference League

Stinni B36 miðverjin Lukas S. Enevoldsen fegnast ovurfegin saman við liðfeløgunum eftir at hann við síðsta brotssparkinum í Gundadali í kvøld tryggjaði árstalsfelagnum rættin at spæla í Europa Conference League í næstu viku og í aðru viku

Landskappingin er í summarfrí inntil á ólavsøku. Fimtanda umfar er ásett at vera á ólavsøku og dagarnar eftir ólavsøku.

 

Tað er greitt, at fleiri av dystunum í ólavsøkuumfarinum ikki fara at verða spældir ásetta dagin, men verða útsettir til tað ikki verður so nógv europeisk ferðsla í føroyskum fótbólti, sum tað verður tvær tær næstu vikurnar.

 

15. umfar sær sambært skipanini soleiðis út:

 

27. juli

 

AB – EB/Streymur

 

28. juli – ólavsøkuaftan

 

HB – Víkingur

 

29. juli – ólavsøkudag

 

B36 – Skála

 

30. juli

 

NSÍ – 07 Vestur

 

31. juli

 

KÍ – B68

 

 

 

Tað er greitt, at hvørgin av ólavsøkudystunum hjá feløgunum í Gundadali verður spældur á ólavsøku.

 

At Víkingur og HB ikki fara at spæla ólavsøkuaftan kemst av, at Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti Dac 1904 Dunajska Streda úr Streda  í Slovakia. Fyrri dysturin verður nú mikukvøldið á Tórsvølli, og seinni dysturin verður á útivølli á ólavsøku.

 

At B36 ikki fer at spæla ólavsøkudag ímóti Skála kemst av, at B36 fer at spæla ímóti Tre Fiori úr San Marino. Fyrri dysturin verður nú hóskvøldið á ovara vølli í Gundadali, og sjálvan ólavsøkuaftan fer B36 at spæla á útivølli í San Marino.

 

KÍ fer nú mikukvøldið klokkan 20 at spæla á útivølli í Montenegro ímóti meistaraliðnum Sutjeska, og mikudagin 27. juli klokkan 19 verður ólavsøkuhýrur í Klaksvík, tá ið Sutjeska verður gestur hjá føroysameistarunum, sum í gjárkvøldið í fyrsta dystinum í europeisku meistarakappingini nakrantíð á heimavøllinum vunnu 3-1 ímóti norska meistaraliðnum Bodø/Glimt.

 

Stinni B36 miðverjin Lukas S. Enevoldsen fegnast ovurfegin saman við liðfeløgunum eftir at hann við síðsta brotssparkinum í Gundadali í kvøld tryggjaði árstalsfelagnum rættin at spæla í Europa Conference League í næstu viku og í aðru viku