Hvørki roykur ella rúsur hjá stjóra

- Eg hvørki royki ella drekki, so eg havi bara mat at halda meg til. Nýggjárslyftið má tí vera at eta minni og røra meg meira, sigur stjórin á El-talvuvirkinum.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Árið hevur á ymiskan hátt verið eitt hendingaríkt ár. Sum stjóri á El-talvuvirkinum hava vit havt nógvar spennandi verkætlanir í gongd, har tann størsta var at gera el-skipanina umborð á Ennibergi av nýggjum í samband við útskifting av høvuðsmotori.

 

Tað sigur Eyðun Hansen, stjóri á El-talvuvirkinum í Norðragøtu.

 

Hann vísir á, at flakatrolarin Enniberg nú hevur ta nýggjastu tøknina, ið eitt slíkt skip kann hava í dag. Eisini verður útgerð installerað, soleiðis at el-megin verður útnyttað til fulnar.

 

- Tað, at fáa slíkar uppgávur, gevur okkum gott mót og góðar royndir. Tað er gott, at reiðarar brúka føroyskar fyritøkur og hava álit á, at vit klára tílíkar uppgávur. Tað er alt ov ofta, at slíkar uppgávur vera gjørdar uttanlands og føroyskar fyritøkur ikki fáa møguleikan.

 

In.fo kann leggja aftrat, at El-talvuvirkið í ár hevur fingið virðisløn frá Eysturkommunu.

 

Eyðun Hansen sigur, at árið í ár eisini hevur verið eitt hendingaríkt ár í samband við hansara aktiviten innan sjónleik.

 

- Vit vóru við til at fyrireika og framføra sangleikin Oliver (Twist). Hettar var ein avbjóðandi verkætlan, sum eydnaðist sera væl. Tað vóru seksti leikarar umframt hjálparfólk. Kona mín og eg vóru samskiparar av tiltakinum, so vit fingu okkum ordiliga roynd.

 

Hann vísir á, at eftir seinastu sýning í Víkingahúsinum fingu Tórgerð, konan og Eyðun sjálvur, eina heiðursgávu frá Eysturkommunu.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Tað kundi verið so nógv, men eg hvørki royki ella drekki, so eg havi bara mat at halda meg til. So, lyfti má vera at eta minni og fara at røra meg meira.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- At tað skal gangast okkara børnum, familju og starvfólkum á El-talvuvirkinum væl, og at vit øll hava eina góða heilsu, eins og vit fáa nógvar og avbjóðandi uppgávur í komandi ári. Mítt nýggjársynski er eisini, at Víkingur verður føroyameistari í 2015.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?

 

- Tað verða nógvar avbjóðingar í 2015, so útlitini eru góð. Fleiri stórar verkætlanir fara í gongd, og eru vit partur í fleiri av teimum. Mín vón er, at tað verða føroyskar fyritøkur, ið verða bodnar við at fremja arbeiðini. Mín vón er, at byggiharrar og ráðgevarar kunna seg um, hvat verður framleitt og gjørt í Føroyum, og at hesar fyritøkur verða bodnar við í samband við útbjóðing og arbeiði.

 

Eyðun Hansen sigur, at føroyskar fyritøkur hava brúk fyri heimamarknaðinum, og hetta lønar seg eisini fyri Føroyaland.

 

- Hugsa føroyskt og keyp føroyskt. Tað er eitt gott mál at seta sær.

 

At enda ynskir stjóri á El-talvuvirkinum øllum viðskiftafólki, ætt, vinum og kenningum eitt gott nýggjár.