Fyri kortum fór Jenny A. í Heiðunum úr starvi sum leiðari í Hotel Tórshavn og Hvonn aftaná fleiri ár í starvi í Gist & Vist samtakinum. Nú eru tvey nýggj fólk sett í starv.
Talan er um Ára Lützen og Rut Brend. Ári Lützen verður nýggjur móttøkuleiðari á Hotel Tórshavn, meðan Rut Brend verður nýggjur leiðari í matstovuni Hvonn.
– Tey bæði vera saman um at skapa nýtt og spennandi virksemi í hjartanum í Havn, siga tey úr Hotel Tórshavn og Hvonn.
– Vit gleða okkum at avdúka uppaftur meira, so fylgið við, verður sagt.