Hvussu fáa vit klókari familjur?

Leivur Thomsen
----

Í Havn hava vit søvn sum Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið. Vit hava stovnar sum Jarðfeingi, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Heilsuverkið. Vit hava útbúgvingarstovnar sum Tekniska Skúlan, Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetrið. Vit hava vinnur sum fiskivinnuna, alivinnuna, skipasmiðjuna, oljuvinnuna, orkuvinnuna, matvøruvinnuna, landbúnaðin o.s.fr. Felags fyri hesi er, at tey fáast við náttúru og tøkni á ein ella annan hátt. Felags er eisini, at tey, hvør í sínum lagi, liggja inni við hollari vitan á sínum øki.

Vitanin savnast
Øll hendan vitanin kann verða savnað á einum staði og verða gjørd tilgongilig fyri almenninginum. Hetta kann gerast í einum løttum, interaktivum formi, har man tekur støði í uppliving, upplýsing og undirhaldi við at royna ymiskar aktivitetir i einum sosialum samanhangi. Tað, eg tosi um, er eina føroyska "vísindamiðstøð", sum er søgd á føroyskum við einum serligum atliti til føroysk viðurskifti.

Spurningar
Hendan vísindamiðstøðin kann seta spurningar sum: Hvussu borar man eftir olju? Hvussu er føroyska undirgrundin samansett? Hvussu mátar man jarðskjálvtar? Hvussu gagnnýtir man ymsar orkukeldur? Hvussu verða ymisk fiskasløg veidd? Hvussu alir man laks? Hvussu sær út á havbotninum við Føroyar? Hvussu ferðast grind? Hvussu framleiðir man mjólkaúrdrattir? Spurningarnir eru óteljandi....

Innihald, aktivitetir
Tað, sum er umráðandi á eini slíkari miðstød, er at fólk luttaka interaktivt. Eg kann nevna nøkur dømi: Á vísindamiðstøðini skal man t.d. kunna merkja á sínum kroppi, hvussu ein jarðskjálvti kennist. Hetta kann gerast í einum jarðsskjálvta-simulatori, sum Tekniski skúlin kanska hevur bygt í samstarvi við Jarðfeingi. Møguleiki kann eisini vera fyri at máta blóðtrýst og royna síni lungu - t.d. í sambandi víð okkurt heilsuátak. Hesum stendur heilsuverkið fyri. Og so kann man eisini fylgja við LIVE á einum skíggja, hvar ein grind, sum er merkt, ferðast. Hesum stendur Náttúrugripasavnið fyri - o.s.fr. Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.

Málbólkur
Hetta er ein eyðsæddur møguleiki hjá t.d. familjum at fara út til í vikuskiftinum. Annars kunnu skúlar og onnur, sum hava áhuga í evnunum, eisini brúka hendan møguleikan. Hetta er eitt gott høvi, í kvalitativari samveru, at tilogna sær vitan við at uppliva, verða upplýstur og undirhildin á ein lættan og interaktivan hátt. Turistar fara óivað eisini at hava stóra gleði av hesum.

Endamál
Endamálið við vísindamiðstøðini er, umframt at geva fólki eina kvalitativa uppliving, eisini at skapa eina betri fatan av føroysku náttúruni. Søvn, virki og stovnar verða við hesum eisini sædd í einum nyggjum ljósi. Annars er endamálið eisini at vaksa um áhugan fyri náttúru og tøkni, somuleiðis at ásanna týdningin av útbúgving og gransking í føroyska samfelagnum.

Kommunan
Søvnini og stovnarnir hoyra undir landið, men teir liggja í kommununi og hava eitt ávíst frælsi at leggja sítt arbeiði til rættis - t.d. í eina vísindamiðstøð. Talan er um at brúka kapasitet, sum longu er til staðar, í einum nýggjum, aktuellum samanhangi. Við at veita okkurt høli, t.d. ein gamlan goymslubygning, sum ikki nýtist at vera so flottur, kann kommunan leggja karmarnar fyri eina vísindamiðstøð. Hesi høli kunnu t.d. liggja antin á vestaru ella eystari bryggju, kanska upplagt saman við Sjósavninum.

Rakstur
Ein partur av rakstrinum er fíggjaður av atgongumerkjum. Tey, sum sýna fram, standa sjálv fyri innihaldinum og verða lønt frá teirra avvarandi stovnum og virkjum. Kommunan stendur fyri hølunum.

Aðrir høvuðsstaðir, sum hava vísindamiðstøðir, eru t.d. Berlin (Otto Bock), Amsterdam (Nemo) og Keypmannahavn (Eksperimentarium). Hesi støð eru sera væl vitjað hvønn einasta dag.

So vel onkran, sum dugir at brúka hugflogið! :-)

X-vitan, X-uppliving, X-Leivur Thomsen, tín kreativi politikkari, listi E


Les meira her: www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar