Hvussu heldur tú Norðoyastevnu?

Hvussu halda klaksvíkingar Norðoyastevnu. Henda spurning hava vit sett trimum »valigum« klaksvíkingum

Eyðgunn Samuelsen, lærari:


? Tað verður alt tað vanliga. Vit plaga at fara í dans fríggjakvøldið og at halda leingi á. Kappróðurin síggja vit altíð, ikki frá kajini, men hjá onkum vit kenna, sum hevur gott útsýni yvir vánna. Midnáttarrøðuna fáa vit altíð við eisini. Saman við børnunum fara vit í Tivoli, men tað snýr seg bara um pengar ? tað hevur einki uppá seg. Sunnudagurin plagar at vera meiri friðarligur, tí vit skulu jú til arbeiðis aftur mánamorgun, sigur Eyðgunn, ið leggur afturat, at alt velst um veðrið, tí er veðrið ringt fara tey ikki út um einar dyr.



Eskild Norðbúð, harrafrisørur:

? Mær dámar væl at halda Norðoyastevnu. Eg fari at hyggja at kappróðrinum leygardagin og fótbóltsdystinum millum KÍ og VB sunnudagin. Tað er ikki sum í gomlum døgum, tá ið man fór til nógv tiltøk, men eg rokni við, at eg fari at hyggja at listaframsýningini, sum Norðoya Listafelag skipar fyri í Tekniska skúla. Midnáttarsamkomuna fari eg kanska eisini til, sigur Eskild, sum fer í summarfrí mánamorgunin í ein mánað.



Jonhild Hendriksen, lærari:

? Norðoyastevnuna haldi eg inni hjá mær sjálvum. Ommubørnini plaga at renna inn og út, so eg stákist við at gera teimum okkurt gott at eta. Annars fari eg hvørki til kappróður, fótbólt ella annað. Eg havi so gott útsýni, eg síggi oman í Vágstún, so mær nýtist ikki at fara út. Men midnáttarsamkomuna og fýrverkið royni eg at fáa við um veðrið er gott, ? og eydnuhjólið, sum Húsmøðrarfelagið skipar fyri, sigur Jonhild.