Hvussu nógv skal nýggja ríkidømið kosta?


 

Torleivur Mikkelsen stjóri í Tor Shipping

Flestu føroyingar hava upplivað ta kensluna, tá ið komið verður aftur av ferð uttanlendis, tað verið seg sjó-/ella loftvegis, at tað er gott at koma heim aftur. Frískligt fyri andanum, vakurt fyri eygunum.

Her, ið vit eiga heima, er reint og vakurt, og hetta má ikki verða oyðilagt, sama hvør tann ídnaðarliga menningin verður.

Hetta er okkara land.

Ljóðar kanska eitt sindur kroyst, tá ið nú lynnt er undir ídnaðarligum stórfyritøkum her á landi. Men hinvegin - skúgva vit kenslunar fyri landinum til viks, kann tað verða til óbótaligan skaða fyri okkum øll.

Fær peningurin ótamt vald kann tann girndin týna okkara nátturu eirindaleyst og dálka so, at hvørki fólk ella fæ fáa livilíkindi aftur her.

Vit hava boðið teimum stóru vælkomnum, teimum, sum krevja nógv av øllum, teimum, sum ongantíð nevna tøl undir milliardina, teimum, sum krevja rúmar ræsur, og teimum, sum dagliga stýra túsundtals av fólkum. Tá ið vit so hugsa um, at einans 46.000 manna hetta samfelagið, og at alt samfelagið megnar at gjalda slakar 3 milliardir til samans í skatti og avgjøldum árliga, tá er ikki løgið, at ein hveppur seg við avbjóðingarnar, sum standa fyri framman. Vit verða ? so ella so ? finnur í stórfyritøkunnar valdi, nógv verða áskoðarar, nógv sleppa ikki upp í part og kanska verða nógv tap í kjalarvørrinum.

Eitt, sum vit treytaleyst mugu tryggja okkum, er, at alt, ið gerast kann, verður gjørt fyri at tryggja okkara land, sjógv og luft ímóti ídnaðarligari dálking. Tí vara vit av í felag, sama hvussu handilsliga og peningaliga býtið verður.

Vit eiga enn ein av teim síðstu reinu og nærum óspiltu plettunum á jørðini.

Sum ein av teimum føroyingum, ið síðstu tíggju árini hevur fylgt væl við, so hvørt leikur er farin í fyrireikingunum til komandi oljuvinnuna, so kann ein taka fult undir við fyrilestrarhaldarunum á Føroya Handilsskúla, mikukvøldið 4. oktober, sum OLJUTINGIÐ stílaði fyri.

Felags fyri fyrilestrarhaldararnar var, at teir allir tosaðu um týdningin av at halda heilsu, umhvørvi og trygdina í hásæti.

Embætisfólk og politikarar hava smíðað lóggávu, sum hevur til endamáls at tryggja, at so rætt verður farið fram sum til ber. Lóggávan roynir m.a. at tryggja, at føroyiingar sjálvir fara at standa fyri inn- og útflutningi í sambandi við hesa vinnu, og at ein í stórst møguligan mun nýtir føroyskar tænastur, slíkt, ið eg meti vera góð stig, sum eru við til at tryggja, at vit ikki missa tamarhaldið.

Fleiri føroysk feløg hava funnið sær samstarvsfelagar og hava stovnað joint-venture feløg, fyri at kunna standa sterkari, men ikki minst at fáa sær vitan um hesa vinnu, bæði sjó-/land-/ og loftvegis.

Skilagóð tiltøk, tí tað er so ómetaliga lítið, ið føroysku feløgini hvørt í sínum lagi kunnu gera sjálv, og tað er tí ongin yvi um, at samstarv og samskifti mugu teljast millum lyklaorðini, tá ið okkara umhvørvi skal tryggjast sum best framyvir.