Hvussu ovarlaga verður barsilsskipanin nú raðfest!

    

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna Tjóðveldisfloksins
?????????????????????????????????????????

Fyri hálvum ári síðani gjørdi Fólkaflokkurin eina roynd at skerja barsilsskipanina. Útgjaldið skuldi lækka úr 100% niður í 90%. Rættindini hjá pápunum at fara í farloyvi skuldu verrast, og rætturin at fara í farloyvi 13 vikur fyri barnsburð, um mamman gjørdist sjúk, skuldi takast burtur.
Soleiðis ljóðaði uppskotið frá landsstýrismanninum í vinnumálum tá. Og orsøkirnar vóru sparingar.
Men Tjóðveldisflokkurin segði kortanei!
Tað kom ikki upp á tal at gera umstøðurnar hjá barsilsskipanini verri so leingi Tjóðveldisflokkurin var í samgongu. Og Tjóðveldisflokkurin sum umsat fíggjarmál, vísti so á, at tað bar væl til at spara og føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk uttan at leggja eftir stoltleikanum hjá javnstøðuni. Fyri hesum treytum bakkaði Fólkaflokkurin og tók uppskotið aftur.

Barsilsskipanin tað fyrsta samgongan fer eftir?
Nú um dagarnar er barsilsskipanin aftur á breddanum. Aftur hesaferð er tað Fólkaflokkurin, sum er frammi við uppskoti um at gera umstøðurnar hjá teimum, sum fáa úr barsilsskipanini verri. Hvørji tiltøk arbeitt verður við, kunnu vit so bara gita okkum til. Men at skilda upp á fíggjarstøðuna í landinum er bert ein vána umbering. Sannleikin er, at um barsilsskipanin er tað fyrsta samgongan fer eftir, nú sparast skal; so er tað tí, at hon er tann, sum samgongan raðfestur lægst.
Fyrst at fara eftir barsilsskipanini, vísir ein mangul upp á javnstøðupolitisk atlit og manglandi forstáilsi fyri týdninginum av høgum burðartíttleika. Vit kunnu fegnast um, at síðani vit fingu so góða barsilsskipan, er føðitíttleikin øktur, og eru tey føroysku tølini fyrimyndarlig í mun til nógva aðrastaðni i vesturheiminum.

7 menn og ongin kvinna
Ein kundi kanska freistast til at spurt, hvat annað var væntandi í eini samgongu, sum anno 2004 hevur mannað landsstýrið við 7 mannfólkum og ongari kvinnu. Hvat er tá lættari at semjast um, enn at fara eftir kontoum á fíggjarlógini, sum eina mest geva javnstøðuni ein undir vangan.

Barsilskipanin eitt gjøgnumbrot fyri javnstøðuna
Samgongan má minnast til, at barsilsskipanin er eitt gjøgnumbrot fyri javnstøðuna her á landi. Er nú ætlanin at fara og gera umstøðurnar hjá henni verri, verður hetta eitt satt vónbrot fyri javnrættindini. Tiltakið vil gera umstøðurnar hjá barnafamiljum verri og tølini fyri burðartíttleikan vilja skjótt vísa verri tøl, enn vit hava sæð hesi seinastu árini síðani barsilsskipanin kom.
At leggja eftir barsilsskipanini er eisini aftur at gera mun á teimum alment løntu og privat løntu á arbeiðsmarknaðinum. Tey alment løntu eru longu tryggjaði fulla lønarkompensatión via sáttmálar. Fer samgongan nú inn, noyðist hon tí at pilka tey á privata arbeiðsmarknaðinum burtur úr og gera umstøðurnar hjá teimum verri.
Sum er, tykist tað sum um, at Fólkaflokkurin eigur samgonguna og Javnaðarflokkurin leiðsluna. Meðan Sambandsflokkurin ikki ordiliga hevur fótað sær enn orsakað av innanhýsis trupulleikum í flokkinum.
Hóast hesa høgrasnaring í føroyskum politikki er at vóna, at ávísar røddir í samgonguni, seta seg upp á bakbeinini, nú javnstøðan og barnafamiljur standa fyri skotum. Tað er nú í byrjanini av samgonguskeiðnum, og í fyrstu fíggjarlógini, at tit sum einstakir flokkar, skulu vísa, hvar tykkara hugsjónarstøði liggur.