Ministarin segði: "Lad de rige blive rigere, så kan det skabe dynamik." Hesi vóru orðini, sum blivu endurgivin í pressuni og sum fólk hava skift orð um hesar dagarnar. Kanska er best at taka meira við av úttalilsinum, tí tað lýsir hennara tankagong frægari enn tann stutta útgávan. Hon legði aftrat, at hetta skal "komme hele samfundet til gode. Min socialpolitik handler om, at folk, der kan og vil, skal tjene gode penge, for det kan skabe arbejdspladser og skatteindtægter. Hvis det betyder, at skellet bliver større, gør det ikke noget."
Partamaðurin Fogh-Rasmussen bað hana tiga
Tankagongdin hevur annars verið í floksskránni hjá Venstre, Danmarks Liberale Parti, so leingi flokkurin hevur verið til, meira enn 100 ár. Hetta er partur av liberalistisku tankagongdini "Enhver er sin egen lykkes smed."
Men Anders Fogh-Rasmussen dámdi enki hesa útmelding um sovorið principielt. Hann bað hana dementera (avsanna), tí hatta var ikki politikkurin hjá hansara stjórn. Fogh gekk ikki inn fyri størri ójavna í samfelagnum, bleiv sagt. Agtaði Kjer-Hansen ikki, bleiv hon koyrd sum socialministari alt fyri eitt!
Og Kjer-Hansen dementeraði.
Ja, hon aktaði. Nei, hon meinti tað ikki so, segði hon við pressuna.
Annars eru ikki meira enn gott 10 ár síðan Fogh sjálvur skrivaði eina bók "Fra socialstat til Minimalstat," har hann er erka-liberalistur, og heldur at staturin ella tað almenna skal spæla eina minimala rollu, sum høvundurin Tjørnehøj vísir á. Hann háar og spottar vælferðar-samfelagið, sum er bygt upp sum eitt væleydnað socialdemokratiskt projekt. Fogh skrivar millum annað, at borgarin í vælferðarsamfelagnum "er blevet reduceret til tæmmede og lydige sociale dyr." Hann skrivar, at fólkið er merkt av "en ynkelig slavenatur", og hann brúkar orð sum "trællementalitet" og "livegne" um danskaran.
Fogh-Rasmussen hevur broytt meining
Hevði Fogh-Rasmussen so broytt meining, ella var hatta bara taktiskt politiskt spæl? Fogh og Sven Auken, sum er leiðandi socialdemokratur, hittust til hólmgongu á Århus Universitet hósdagin í seinastu viku. Fólk vóru alspent at hoyra, hvat Fogh nú av sonnum meinti um hesa sak. Fogh tosaði so leingi uttanum, at fólk í salinum at enda fóru at flenna at honum. Tí noyddist hann, sambært Politiken 29.9., at skera út í papp: "Jeg skal ikke lægge skjul på, at jeg har haft en udvikling i min personlige holdning. Jeg er nået til den erkendelse, at selv om det skal kunne betale sig at arbejde, så er det en fordel for Danmark, at der ikke er så stor social og økonomisk ulighed."
Nú stendur hart á
Í flokkinum Venstre stendur hart á í hesum tíðum. Einfalt kann sigast, at tveir veingir eru í Venstre. Ein sum leggur dent á "folkeligt fællesskab". Ein annar, sum í dag hevur sínar røtur á handilsháskulum og er meira teoretiskur og ideologiskur liberalur. Paradoksi er, at Fogh skrivaði bókina um Minimalstaten fyri gott 10 árum síðani, sum umboð fyri handils-háskúlaveingin. Men í dag er hann knappliga á hinum veinginum, og gomlu vinirner ákæra hann fyri at yvirtaka sosialdemokratisku skránna. Nú hartar hann hesar teoretisku liberalistarnar. Tað prutlar undir lokinum í hesum flokki.
Og beint í hesum døgum er so ein nýggjur flokkur settur á stovn, Liberalisterne, sum eru útbótarar úr Venstre, sum vilja hava tað reinu linjuna. Enn ber ikki til at siga nakað um, hvørt hesin nýggi flokkur fer at gera mun, um hann kemur innum tinggátt næstu ferð. Men gamli bóndaflokkurin Venstre, Danmarks Liberale Parti, hevur fingið kapping og nakað álvarsligt at hugsa um.
Tað stóra perspektivið
Hyggja vit, hvussu støðan er aðrastaðni í øðrum londum, sum Danmark og Norðurlond kunnu samanberast við, so síggja vit enn einaferð at hesi lond hava útviklað eitt serligt model, sum uppá mangar mátar líkist frá, hygg mynd 1.
Danmark er eitt av teimum londunum í verðini, har minsti munur er millum tey ríku og tey fátæku. Hyggja vit at disponiblu inntøkuni, so er lítil stættamunur í Danmark og hinum Norðurlondunum. Tey eru rættiliga jøvn ella homogen bæði viðvíkjandi tí búskaparliga, sosiala og politiska. Aðrastaðni er býtið millum rík og fátæk meira ekstremt. Í Danmark kunnu flestøll liva eitt sámuligt lív uttan at mangla tað mest elementera, sum mat, klæðir og íbúð.
Spurningurin er so, um hetta er gott ella skitt, positivt ella negativt?
Argumentið hjá liberalistunum og Evu Kjer-Hansen (til fyri viku síðani) var, at størri ójavni skapti dynamik. Men soleiðis sum stórar kanningar vísa, so hevur tað ferð eftir ferð verið staðfest, at Danmark liggur í toppinum, tá tað kemur til kappingarføri í altjóða høpi.
Frælsi, javnaður og brøðralag
Javnleikin í Danmark forðar ikki fyri frælsi, opinheit og vilja til broytingar. Hinvegin ger javnleikin, at samfelagið er vælorganiserað, at samarbeiði millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum virkar væl og uttan størri rembingar. Samfelagið hevur eisini verið ført fyri at tillagast globaliseringini so líðandi, tað hevur verið ført fyri at arbeiða og hugsa uppá nýggjar mátar.
Frælsi er eitt nógv brúkt og misbrúkt hugtak. Frælsi kann vera tóm ideologi, ella tað kann hava eitt konkret innihald. Hetta innihaldi má í fyrsta vera frælsi at kunna velja. Uttan nakað at velja ímillum er frælsið tómt. Livir eitt menniskja í materiellari armóð, uttan útbúgving, uttan fakliga vitan, uttan tak yvir høvdið, og kanska uttan arbeiði - so er einki reelt at vejla ímillum.
Spurningurin er so eisini hvat fólk halda vera moralskt og politiskt rætt. Tað politiska bendir tann vegin, at tað ikki er ynskiligt við ov stórum ójavna millum rík og fátæk. Samfeløg við stórum stættamunum hanga stutt sagt illa saman, ofta merkt av ófriði og kriminaliteti. Tey hava ov lítið "kitt" at sjóða samfelagið saman til eina hampiliga harmoniska eind.
Hvat vísir Gini-talið í myndini?
Gini-talið ella giniindexið vísir í einum tali hvussu jøvn ella ójøvn inntøkan er býtt í einum landi. Um øll hava líka stóra inntøku, alt stendur á jøvnum, so er talið 0 (null). Um, hinvegin, ein persónur eigur alla inntøku í landinum, so verður talið 100. Tey lond í verðini, sum hava ójavnast býti, liggja í Afrika og Suðuramerika. Býtið er javnast í teim vestureuropeisku londinum. Myndin vísir gongdina eitt næstan 10-ára skeið. Frá miðuna av 90-unum (OECD-tøl) til 2004 (UNDP-tøl).
Hvat halda danskir veljarar
Nógva orðaskifti, sum kom burturúr orðunum hjá socialministaranum Evu Kjer-Hansen og ikki minni hennara dementi fáar dagar seinni, hevur eisini fingið nýggjar meiningarkanningar framm. Hvat halda veljararnir? Er tað ynskiligt við størri ójavna?
Svarið er rættiliga greitt, samb. Jyllandsposten 24.9. 2005. Tað vísir, at 73% av veljarunum halda ikki, at tað er gott at økja um ójavnan í samfelagnum. Bert 19% halda tað vera skilagott at gera tey ríku ríkari og tey fátæku fátækari.
Føroyar?
Hvar eru Føroyar? Kanska hveði tað verið áhugavert, at rokna Gini-talið út fyri Føroyar. Hvør kann gera tað, so vit kunnu samanbera okkum við onnur?
Keldur:
OECD: Economic Studies no 34, 2002/1
UNDP: Human development Report. 2004
hdr.undp.org/reports/global/2004/
Jyllandsposten 18.september+ 24. september
Politiken fleiri nr. sept 2005.
H. Tjørnehøj: Det gik godt indtil 1901. Politiken 25.9.06