Hvussu skal Høgni bróta ABC-blokkin?

Føroyska floksskipanin er støðug. So støðug, at endaliga valúrslitið als ikki er tann mest spennandi parturin av valinum. Vit vita framman undan, at teir fýra stóru flokkarnir fáa millum 20 og 25 prosent av atkvøðunum og millum sjey og níggju sessir í tinginum. Endaliga úrslitið fer tí at broyta lítið og einki uppá flokspolitiska býtið. Breiða ABC-samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin kann halda fram, um hon ynskir tað. Og tað kann hon helst gera til ævigar tíðir.

Tí er tað áhugaverda heldur, hvussu kortini verða blandað eftir valið, hvussu flokkarnir fara at telva sínámillum, og hvørjar samgongusamansetingar eru sannlíkar og møguligar. Tað er hetta, sum fjølmiðlarnir í størri mun eiga at fokusera uppá undir valstríðnum. Vit skulu hava greiðari útmeldingar um, hvat flokkarnir ætla sær eftir valið, og hvørji mál eru ultimativ, so vit veljarar kunnu fáa eina hilling á, hvat parlamentariska maskinaríið spýtir út aftur í hinum endanum, eftir at vit hava sett okkara kross við hendan ella handan flokkin.

Ikki tí, at eg droymi um danskar valtilstandir, har sjey flokkar undir hvørjum valstríði verða reduseraðir til ein reyðan og ein bláan blokk alt eftir, hvønn flokkurin peikar á sum forsætisráðharra. Tá kann fjølbroytnið hvørva, sum annars eyðkennir og er ein styrki við eini fleirflokkaskipan.

Men tað hevði kortini verið ynskiligt, um føroysku flokkarnir í størri mun góvu okkum nakrar ábendingar um, hvat teir ímynda sær eftir valið. Og tann mest átrokandi spurningurin er í hesum sambandi, hvussu tann einasti stóri flokkurin úti í kuldanum, Tjóðveldi, ætlar at sleppa inn aftur í hitan í føroyskum politikki.

Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og onnur umboð í teimum trimum stóru flokkunum hava allir umtalað ABC-samstarvið við positivum lýsingarorðum, síðani valið varð útskrivað. Og teir tykjast allir sinnaðir at halda fram.

Tjóðveldi hevur ongantíð havt løgmann og hevur sitið í andstøðu størsta partin av tíðini síðani 1946. Í 1998 tvífaldaðist tingmannatalið úr fýra í átta tingsessir á einum rimmar vali, og flokkurin kom í samgongu, inntil samráðingar við donsku stjórnina og at kalla dagliga stríðið við Fólkaflokkin fekk ein enda fyrst í 2004, tá Kallsberg skrivaði út nýval eftir bókina “Skjót journalistin”.

Tá Høgni Hoydal á tíðindafundi í seinastu viku varð spurdur, hvussu hann ætlaði at koma aftur í samgongu, hevði hann einki svar. Einki boð uppá, hvussu Tjóðveldi ætlar at telva seg inn aftur í hitan í føroyskum politikki. Einki boð uppá, hvussu flokkurin kann sannføra ein av hinum trimum stóru um, at ABC ikki er einasti møguleikin. Ikki tí, tað trýtur ikki við málum, sum flokkurin kann samstarva við aðrar um, tí allir flokkarnir eru eftirhondini vorðnir samdir um nøkur “pluss-orð”, sum verða endurtikin upp í saman í valstríðnum: Útbúgving og gransking, umhvørvi, økt sjálvræði, yvirtøkur, betri atgongd til altjóða samfelagið o.s.fr.

Men spurningurin um, hvussu Høgni og kompaní ætla at bróta ABC-blokkin, er framvegis víðopin. Og samgongumøguleikar eftir valið – heldur enn sjálvt valúrslitið – er tann brennandi spurningurin undan valinum tann 19. januar.

 

(Síðulinjan er teigur, har blaðfólk á Sosialinum gera viðmerkingar um valstríðið.)