Hvussu tryggja vit okkum ein landbúnað í framtíðini

Bóndafelag Føroya og Meginfelag Búnaðarmanna bjóða til fyrilestur á Búnaðardeplinum fríggjadagin 25. februar 2000 kl. 13-16

Fyrilestrarhaldari er Ole Christian Hallesby landbúnaðarráðgevi í fíggjarspurningum. Serliga arbeiðir hann við at hjálpa bóndum við avgerðum sum hava ávirkan á liviumstøðurnar í framtíðini. Millum annað skipar hann fyri framtíðarsmiðjum fyri Norsk Bondelag. Hann hevur orð á sær, at leggja dent á tey menniskjaligu virðini. Meir fæst at vita við at lesa blaðgreininia, ið er hjáløgd.

Spurningarnir hann millum annað fer at viðgera:


?Samanberingar millum Noreg og Føroyar

?Landbúnaður sum politisk økismenning

?Eingin bóndi, eingin landbúnaður, eingin búseting

?Hvussu yvirlivir bóndin í framtíðini

?Viðurskiftir bóndin sjálvur hevur ávirkan á

?Áskoðan á at reka landbúnaðarvinnu

?Støðan til ótryggleika

?Hvat er ein dugnaligur bóndi

?Framløga av skipaðari virkisætlan.

Hesin fyrilestur er ætlaður tykkum, ið arbeiða fyri ella hava politiska ella umsitingarliga ábyrgd fyri landbúnaðinum í Føroyum. Vónandi fæst eitt tjak í lag nú boðaða er frá aðalorðaskifti um landbúnaða á tingi.

Tilmelding fer fram á Búnaðardeplinum telefon 421300. Kostnaður fyri hvønn er 150 kr. og skal flytast á konto í Føroya Banka nummar 428 155 3 ella postgiro nummar 61042.