- Tey flestu eiga ein bústað, men fá gera sær hugsanir um, hvat kann henda, tá førleikin fer, og tað verða onnur, ið taka avgerðir fyri ein, sum í ringasta føri kunnu elva til, at tryggleikin hvørvur.

Hvussu tryggjar tú tær tak yvir høvdið tá tú eldist?

Mikudagin hin 13. september klokkan 19 verður fundur í Víkingahúsinum í Norðragøtu fyri 50 ár og eldri.

- Tey flestu eiga ein bústað, men fá gera sær hugsanir um, hvat kann henda, tá førleikin fer, og tað verða onnur, ið taka avgerðir fyri ein, sum í ringasta føri kunnu elva til, at tryggleikin hvørvur.

- Vit føroyingar liva í heimsins besta landi, har tryggleiki og lívsgóðska er meira sjálvsøgd enn nakra aðrastaðni.

Tað siga tey í Eldraráðnum í Nánd, sum nú fara at skipa fyri áhugaverdum fundi fyri borgarum í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, sum varða av eldrasamstarvinum, Nánd.

- Tey flestu eiga ein bústað, men fá gera sær hugsanir um, hvat kann henda, tá førleikin fer, og tað verða onnur, ið taka avgerðir fyri ein, sum í ringasta føri kunnu elva til, at tryggleikin hvørvur.

Lagt verður aftrat, at nøkur kunnu koma so illa fyri, at tey eftir eitt langt lív ikki eiga tak yvir høvdið.

- Men tað ber væl til at tryggja sær rættin til sín egna bústað, siga tey í Eldraráðnum í Nánd, sum skipa fyri tiltakinum í Víkinga-húsinum. 

Tað verða Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur og Súsanna Nordendal, fulltrúi, í Familjufyrisitingini, sum fara at greiða frá.

Haraftrat fer Jógvan D. Hansen, heimspekingur, at hugleiða um at eldast, og hetta verður við støði í Kirkegaard. Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur, fer eisini at siga nøkur orð.

Fundurin verður í Víkingahúsinum í Norðragøtu mikukvøldið hin 13. september frá klokkan 19 til 21, og her eru øll í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, sum eru 50 ár og eldri, hjartaliga vælkomin.