TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr altjóða fótbóltsdómaran, Petur Reinert greiða frá hvussu hann upplivdi heimskendu hendingina í U19 kvinnulandsdystinum millum Noreg og Ongland í Belfast í Norðurírlandi, har brotsspark varð dømt til Ongland ímóti dystarenda. Týski dómarin kolldømdi brotssparkið, og dømdi bóltin til Noreg, tí hon metti, at ein spælari hjá Onglandi traðkaði inn í brotsteigin, áðrenn brotssparksskjúttin skeyt brotssparkið.
Petur Reinert greiðir eisini frá fótbóltsreglunum í samband við slíkar støður. Hoyr eisini Petur greiða frá hvussu hann hevur upplivað fimm tey fyrstu umførini í effodeildini, og øll tey mongu reyðu kortini, sum eru fullin higartil.