Spurningar til Elnu:
Hvør er tí skóstødd
Elna svarar: 38
John svarar: 39
Hvat er tín BH-stødd?
Elna svarar: D-skál
John svarar: Ojø, er tað small, medium, large ella A, B, C ??? Eg rokni við at tað er C
Hvør er tín favorittfilmur?
Elna svarar: Braveheart
John svarar: Pearl Harbour
Hvør er tín yndlings litur?
Elna svarar: Lilla
John svarar: Lilla
Hvat heldur tú er flovisligt?
Elna svarar: Tá nógv fólk hyggja uppá meg
John svarar: Tá onkur rósar henni fyri okkurt gott, sum hon hevur gjørt
Hvussu nógvar pengar brúkar tú uppá klæði um mánaðin?
Elna svarar: Ikki nógv, tað er kanska einar 200-300 krónur.
John svarar: Ov nógv ... einar 1.000 krónur
Spurningar til John:
Snorkar tú?
John svarar: Ja, tá eg eri troyttur
Elna svarar: Ja, heilt vilt. Onkutíð so hart, at hann vakjur børnini.
Hvussu oftani bustar tú tenn?
John svarar: Einar tvær ferðir um dagin
Elna svarar: Einar tríggjar ferðir um dagin, morgun og kvøld og oftani mitt um dagin eisini
Hvør er tín favorittbók?
John svarar: "Engle og demoner" av Dan Brown
Elna svarar: "DaVinci Mysteriet" ella onkra av teimum bøkrunum.
Hvussu nógv vigar tú?
John svarar: 88 kg
Elna svarar: 89 kg
Nær fekk tú koyrikort?
John svarar: Tá eg var 19 ár
Elna svarar: Tá hann var 18 ár
Hvat ger tú fyri at vera romantiskur?
John svarar: Tá geri eg ein góðan døgverða og borðreiði við einum glasi av reyðvíni til.
Elna svarar: Hann skrivar mær eitt lítið bræv og keypur okkurt, sum eg havi ynskt mær. Ella ger hann ein lekran døgverða, tað dugur hann sera væl.