Á hesum fundinum fara politikkarar úr øllum flokkunum at greiða fólki frá, hvussu teirra flokkur fer at virka fyri at náa málinum »Samfelagið fyri øll«.
Endamálið hjá MBF er millum annað: at virka fyri at fáa ávirkan og verða hoyrd í málum, ið eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek.
- Politikkarar/myndugleikar mega ikki fáa møguleikan at steðga upp, tí vit í MBF ikki vístu teimum leiðina. Á løgtingsfundinum 3. des. í fjør máttu politikkarnir ásanna, at langt er eftir á mál enn, og tí kemur MBF aftur til teirra nú, sigur Doris Hansen, formaður í MBF.
Spurningarnir, ið fundurin fer at viðgera:
Hvønn hugburð hevur flokkurin til bústaðartrupulleikar hjá fólki, ið bera brek?
Vit eru øll vitandi um, ta ótolandi støðu, sum øll - ung sum eldri - eru í, av tí at vit ikki hava íbúðir, vardar íbúðir, sambýlir og bústovnar til fólk við brekum.
Hvønn hugburð hevur flokkurin til at so mangir almennir bygningar og strandfaraskip í Føroyum ikki eru atkomulig fyri fólk, ið bera brek.
Her verður ikki bert hugsað um atkomutrupulleikar hjá rørslutarnaðum, men eisini um trupulleikarnar við manglandi teleslyngum, ávaringarskipanir til blind og deyv osfr.
Hvønn hugburð hevur flokkurin til viðgerðartrupulleikarnir hjá fólki, ið bera brek.
Sparingar innan Sjúkrahúsverkið ger, at fólk við ymsum brekum ikki fáa tað viðgerð, tørvur er á. Eitt dømi: Av tí at eingin loysn er funnin viðv. barnapsykiatara, verða børn send til Danmarkar til viðgerð. Tað kostar landinum nógvan pening. At fyribyrgja sjúkur og brek er sparing, men nógv fólk við kroniskum sjúkum/brekum verða ikki regluliga kannað og viðgjørd.
MBF væntar, at fólk møta fjølment, so vit í felag kunnu verða við til at bøta um støðuna hjá øllum, ið bera brek, og á tann hátt vísa á, hvussu vit ynskja samfelagið fyri øll.