Í sambandi við útgávuna av fløguni Stay Under The Stars á marknaðum sum tí týska, amerikanska og kanadiska hevur Teitur gjørt sjónbandalag til fyrstu stakfløguna Louis Louis. Portal.fo hevur fingið fatur í sjónbandalagnum, og nú ber til hjá føroyingum at uppliva lagið á portalinum.
Undir Kykmyndir á portal.fo liggur lagið til almenna sýning.Tað er kendi danski rokkmyndamaðurin Martin Dam Kristensen, ið hevur leikstjórna sjónbandalagnum til Louis Louis. Tað er umboðsmaðurin hjá Teiti <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Christian Ulf-Hansen"$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$ og útbreiðslufelagið hjá Teiti í Norðurlondum, ið hevur givið okkum hetta høvið, at vísa føroyingum hetta frálíka sjónbandalag.<BR>
Martin Dam Kristensen er góður vinmaður við Teit. Hann hevur tikið myndirnar til báðar Teitur fløgurnar. Hann varð valdur til at gera sjónbandalagið, tí hann hevur eitt sera gott eyga fyri Teiti, kennir hansara visiónir innan tónleik og kennir Teit.
Sjónbandalagið roynir at fanga andan í lagnum Louis Loui, at Every living being is a dancer Hetta er eisini andin á allari fløguni Stay Under The Stars, at vit skulu lata tónleikin frelsa okkum. Í næstum verður sjónbandalagið Louis Louis sent kring allan heim.
Í løtuni er Teitur á konsertferð í Norðuramerika har Stay Under The Stars varð útgivin 6. september. Í komandi viku spælir Teitur eina konsert í Evropa, á poppkomm í Berlin komandi mikudag. Hednda konsert verður send beinleiðis í Danmarks Radio P3 og í týskum útvarpi. Fløgan Stay Under The Stars kemur út í Týsklandi sunnudagin.