Meginparturin av tí, hann leggur fyri dagin í hesum kjaki, eru endurtøkur og aftur endurtøkur. Ja, útslitnar endurtøkur.
Tí loyvdi eg mær í grein í gjár at siga, at tað sær ikki mætari út enn, at FNU hevur fingið SEV um skrúvuna!
Aftursvarið frá Kára Thomsen og FNU í morgun bendir tíverri á, at so er.
Har er sami sjongurin umaftur.
Aftur í 80-ini
Sum ikki eina ferð leitar hann aftur í 80-ini og stríðið, ið tá var um, hvørt tað var rætt ella skeivt at fara undir Eiðisverkætlanina og í hvørji hædd, byrgingin skuldi liggja, ið vatnið skuldi leiðast í.
Eg haldi, at tað gevur lítla og onga meining at halda fram við hesum orðaskiftinum, sum í botn og grund endaði fyri útivið 25 árum síðani, tá avgjørt varð at fara undir hesa verkætlan.
Vit mugu líta frameftir, Kári, so kom nú úr stað!
Kann tó skoyta uppí, at Eiði 2, sum nú er í gongd, avgjørt er við til at styrkja um samlaðu verkætlanina.
Munur á livitíð
Kári tvíheldur eisini um, at 6 vindmyllur á 660 kW fyri 40 mió. kr. kunnu framleiða somu ravmagnsnøgd sum Eiði 2, ið kostar 200-300 mió. kr. (Rætti kostnaðurin er áleið 250 mió. kr. íroknað triðju turbinuna á Eiðisverkinum).
Her gloymir hann, at livitíðin hjá vatnorkuverkum er minst tríggjar ferðir longri enn hjá vindmyllum, eins og vatnorkan eisini hevur goymslumøguleikar, sum verandi vindmyllu-útbyggingar ikki hava.
Í royndum sínum at prógva, hvussu skaðiligar vatnbyrgingar eru fyri náttúru og umhvørvi við sínum útlátum av veðurlagsgassum, nevnir Kári Thomsen sum dømi Balbina-byrgingina í Brasilia, sum hann sjálvur sigur er millum tey ringastu dømini í heiminum!
Sakni í hesum sambandi eitt roknistykki frá honum, sum ítøkiliga vísir, hvussu vorðið er á hesum øki her heima hjá okkum sjálvum.
SEV og alternativar orkukeldur
Kári Thomsen heldur eisini uppá, at SEV “er sera seint í upptrekkinum”, tá ið ræður um alternativar orkukeldur, og tekur sær og FNU heiðurin av, at seks vindmyllur eru komnar upp at standa síðani Orku- og Umhvørvisráðstevnuna í 2002, sum teir tá skipaðu fyri.
Her fer hann eisini skeivur.
SEV setti longu í 1993 upp sína fyrstu vindmyllu í Neshaga, og høvuðsorsøkin til, at so long tíð gekk, áðrenn tær næstu tríggjar komu upp at standa í 2005, var, at trupult var at finna ein veitara, ið kundi levera hóskandi myllur.
Harumframt tók m.a. myndugleikaviðgerðin av umsóknini drúgva tíð.
Ov lágur prísur
Kári heldur eisini uppá, at vit um 6 ár – bara við vindi - kunnu framleiða somu nøgd av ravmagni sum Eiði 2 er ætlað at geva (17 mió. kWh pr. ár) fyri 20-25 oyru pr. kilowatt.
Hesin prísurin er alt ov lágt settur!
Kann í hesum sambandi upplýsa, at SEV í dag keypir vindorku fyri 40 oyru pr. kilowatt, og at ein lægri prísur neyvan er hugsandi.
Uppáhaldið um, at SeWave-tøknin ikki hevur vunnið altjóða viðurkenning, er somuleiðis burturvið.
Um so var, hevði ES neyvan stuðlað verkætlanini við góðum 10 mió. kr.!
Avbjóðingin er at finna ein máta at fáa orkuna skynsamt inn á netið og at finna frægasta mátan at fáa orkuna burturúr náttúrukreftunum.
Ætlaða royndarverkið hevur til endamáls at geva eitt íkast til hetta arbeiði.
SEV steðgar ikki FNU
Tað er eisini púra burturvið at leggja SEV undir at hava steðgað ætlanini hjá FNU at fremja sokallaðu FP7-umsóknina.
Vit søgdu allatíðina, at vit fóru ikki at stuðla hesi verkætlan fíggjarliga, men harafturímóti vóru tilreiðar at keypa framleiðsluna, ið møguliga spurdist burturúr henni.
Tað undrar meg, at henda verkætlan ikki var meira borðbar enn so, at hon ikki kundi setast í verk uttan við tveimum mánaðarlønum í stuðuli frá SEV!
Kanna pumpuskipan
Viðvíkjandi møguligari pumpuskipan í byrgingunum í Vestmanna, kann eg upplýsa, at SEV og Jarðfeingi hava umrøtt í felag at kanna hesi viðurskifti nærri, og ætlandi fyriliggur eitt úrslit seinni í ár.
Kári mælir eisini til, at ávísir brúkarabólkar leggja seg eftir at brúka ravmagn um náttina heldur enn um dagin.
Hesum kann skil vera í, sæð út frá einum tekniskum sjónarhorni. Men samlaða rokningin skal tó framvegis gjaldast.
Kári Thomsen vísir eisini til frágreiðingina hjá Risø-stovninum, sum enn bert fyriliggur í eini fyribilsútgávu.
Her kann eg upplýsa, at SEV hevur latið inn týðandi viðmerkingar til frágreiðingina, og nú verður so bíðað í spenningi eftir úrslitinum.