Handil
Í Runavíkar kommunu er ríkt handilslív. Næstan hvørt hús, sum er bygt við høvuðsvegin, er samstundis bygt við handilsvindeygum. Tó eru tað ikki øll, sum búgva við vegin, ið handla, men tey fægstu útihýstu hesum møguleika, tá ið tey lótu húsini byggja.
Av og á skifta handlar eigara, og nýggj andlit eru at síggja aftanfyri diskarnar.
6. mars keypti Mathias Davidsen handilin, Hygg-Inn í Saltangará, frá Dánial Peturi og Duritu Hansen.
Hygg-Inn er klædnahandil, sum hevur lagt seg eftir at selja konufólkaklæði. Málbólkurin er vaksin fólk, ikki børn.
Handilin hevur røtur heilt aftur til sekstiárini, tá ið hann bar heitið, Klædnabúðin.
Dánial Petur og Durita hava átt Hygg-Inn í hálvt triðja ár ella so.
Broytingar
Nýggi eigarin, Mathias Davidsen, er el-innleggjari og eigur eisini handlarnar, El-tænastan og Tógv og Stokkar, sum húsast undir somu lon í Saltangará.
Á el-virkinum, sum eisini ber heitið El-tænastan, hevur Mathias 7 mans aftrat sær.
Hann sigur, at handilin, Hygg-Inn, verður rikin sum higartil við konufólkaklæðum, men bæði navn og handilin innan verða broytt.
- Hygg-Inn fer nú at eita Lafamme, sum er franskt og merkir "kvinna". Nýggja skeltið er ikki komið upp enn, men tað verður væntandi fyrsta dagin, sigur Mathias.
Hann sigur, at handilin verður eisini broyttur innan. Hølini verða "shinaði", sum hann tekur til og sett í nútímans stand. Øll ljós-skipanin verður eisini sett upp av nýggjum.
- Hetta verður alt gjørt so við og við, og longu nú eru onkrar broytingar framdar, sigur Mathias Davidsen.
Handilin, Lafamme, hevur eitt rímiliga stórt úrval av klæðum til konufólk ? og er verdur at vitja.
Tvey konufólk arbeiða hjá Lafamme hálva tíð.
Opið er vanligar dagar frá kl. 10.00-17.30 og leygardag frá kl. 10-14.