Hygga Høgni, nú rakti tú seymin mitt á høvdið!

Bjarki Skúvadal
--------

Havi gingið og hugsað handa tankan ofta í síðstani, hví »ganga teir ikki línuna heilt út?« So var tað fullgjørt, í staðin fyri hetta hálva og mannminkandi, eyðmýkjandi biddarakenda hálva - vit skulu vera føroyingar og spæla fólk í húsi, men danir skulu gjalda gildið! Hví? jú, tí tað hava vit sjálvsagdan rætt til sambært Kaj Leo, Bárði og bóndanum á Syðradali og øllum hinum, sum taka undir við teimum, ein heimsspeki, sum fá onnur skilja.
Nei Høgni, hetta gongur ikki, vit gera sum tú skjýtur upp, vit fara aftur til amtið, so eru vit ein partur av Danmark, gjalda í statskassan, tað sum tað kostar og fáa tað út aftur, sum okkum er tørvur á, so kunnu øll vera glað, sambandið kann pakka saman og tit í tjóðveldinum eisini, tí tá er einki at klandrast um longur, búkurin hevur fingið sítt og tað er jú høvuðsakin ha????
Hugsa tær til, hvussu nógv lættari lívið hevði verið, alt hetta meira enn hundrað ára langa stríðið og strevið hjá sjálvstýrisfólki at skapa okkum okkara egna samleika: at sleppa at tosa og skriva okkara egna mál, hava okkara egna flagg, egna løgting, halda ólavsøku og syngja: vit eru føroyingar serstøk tjóð, alt hetta, sum sambandsmenn so vísiliga hava roynt at dripið í egginum, men ongantíð megnað; og so komst tú av øllum við hasum vísu ráðunum í bløðunum herfyri, sum høvdu gjørt, at vit kundu sloppið frá øllum hasum fjasinum og stríðinum. Vit fara bara niður til hana sjálva Hellu Thorning Smith og siga, at nú vilja vit aftur vera danir, júst sum fyrr, eins og grannar okkara fyri sunnan, hetlendingar, siga seg vera skotar, tað er bara tað, at fólkatalið har í oyggjunum er farið niður í helvt, síðan teir blivu skotar, men tað ger jú einki, tí so verður jú dupult so nógv av øllum til hvønn, ið eftir er, og tað kann ikki annað enn vera gott, Ha??