Seinnapartin fara klaksvíkingar at vitja í Runavík. Talan er um týdningarmikla uppgerð fyri báðar partar. Fyri NSÍ er neyðugt at vinna, um meistararnir skulu hugsa um at halda tørn í toppstríðnum, og fyri KÍ er neyðugt at vinna úrtøku, um liðið skal sleppa longri burtur frá hóttanini av niðurflyting.
Mikukvøldið tapti NSÍ 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Í tí uppgerðini breyt landsliðsspælarin Einar Hansen seg sundur, og tískil verður hann ikki við í dag og næstu vikurnar. Vongverjar í dag verða Jónas Tór Næs og Aco Pandurovic.
Mikukvøldið tapti KÍ 1-0 á heimavølli ímóti B68. Í tí dystinum noyddist Ove Nysted at lata seg skifta út longu í 1. hálvleiki, tí hann var plágaður av skaða í rygginum. Ta ferðina varð Sigmund Jacobsen skiftur inn á vinstra vongverja, meðan Jan Andreasen varð fluttur í miðverjuna saman við Milic Curcic.
Ove Nysted er so mikið skaddur, at hann verður ikki førur fyri at spæla í dag.