Veðurgudarnir eru blíðir og hýrurin er góður

Enn er kvøldið ungt á Toftum. Klokkan 20 verður stórt Syngið-við tiltak, og klokkan 23 verður stórdansur

 

Veðurgudarnir hava verið blíðir í dag, nú bátafestivalur er á Toftum, og nógv fólk - bæði ung, tilkomin og edrl - eru savnað á havnalagnum, har festivalurin fer fram.

 

Seint seinnapartin hava fleiri sangframførslur verið, og klokkan 20 í kvøld verður eitt stórt Syngið-við tiltak saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag.

 

Tiltakið, sum verður í tjaldinum, plagar at savna nógv fólk, og sungið verður saman við harmonikufelagnum í hálvan annan tíma - ella til klokkan 21.30.

 

Enn er kvøldið ungt á Toftum, og tá klokkan verður 23, fara Hallur Joensen Band á pallin í tjaldinum.

 

Dansitiltakið á bátafestivalinum á Toftum er ein rættiligur stórdansur, tí fleiri undanfarin ár hevur Hallur Joensen Band megað at savnað ein hóp av fólki til dansin.

 

Lagið á Toftum er gott, og tað er veðrið eisini. So lítil ivi er um, at dansitiltakið í kvøld í minsta lagi fer at eydnast eins væl og undanfarin ár.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Birgir W. Høgnesen, sum var ein av stigtakarunum til bátastevnuna í Vestanna og bróðurin, Høgni W. Høgnesen, primusmotorur til bátafestivalin á Toftum